Fimleikafelagið Støkk fyllir 60 ár tann 23. november. Hetta verður hátíðarhildið við fleiri tiltøkum, nýggjari bók um søgu felagsins og einum nýggjum Støkksangi, sum kemur út 10. november.
Felagið hevur í dag nærum 1.100 virknar fimleikarar í øllum aldri.
Nýggjur Støkksangur við kendum tónleikarum
Nýggi sangurin, Til lukku Støkk, er gjørdur í sambandi við 60 ára føðingardagin.
Niclas Johannesen hevur skrivað orð og lag, lagt sangin til rættis og staðið fyri framleiðsluni. Edmund Jacobsen syngur saman við fimm børnum, meðan Óli Poulsen hevur staðið fyri ljóðblanding og endaligari ljóðviðgerð.
Niclas Johannesen spælir eisini bass, gittara og ljómborð. TUTL gevur sangin út 10. november á talgildum tónleikapallum, eitt nú Spotify og Apple Music.
Stórt hátíðarhald og nýggj bók
Hátíðarhaldið byrjar 14. og 15. november við fimleikaframførsluni Stig fyri stig við Støkk í seksti ár í Løkshøll.
Barna- og ungdómsveitsla verður 20. november í Glyvra skúla, og stóra 60 ára veitslan verður 21. november í Skótahúsinum.
Á sjálvum stovningardegnum, 23. november, verður almenn móttøka í Bylgjuni. Tá kemur eisini út ein 350 síður stór bók um søgu felagsins. Ingolf S. Olsen hevur skrivað bókina, og Helgi Jacobsen hevur ritstjórnað henni.
Hátíðarhaldið endar 6. desember við stórari jólaframførslu í Bylgjuni.
Støkk leggur stóran dent á bæði breiddar- og kappingarfimleik. Felagið hevur góðar venjingarumstøður í Bylgjuni, har fleiri lið venja samstundis.
