Ongi úrslit

Stórt rúsevnismál í Íslandi: Umleið 70 kilo komu við Norrönu

Umleið 70 kilo av rúsevnum vórðu smuglað til Íslands við Norrönu. Nú hevur ein belgisk kvinna fingið útferðarbann, meðan málið verður viðgjørt av ákæruvaldinum.

© Smyril Line.
Ein belgisk kvinna hevur fingið útferðarbann í Íslandi í sambandi við eitt stórt mál um smugling av umleið 70 kilo av rúsevnum við Norrönu.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Ein belgisk kvinna hevur fingið útferðarbann í Íslandi í sambandi við eitt stórt mál um smugling av umleið 70 kilo av rúsevnum við Norrönu. Tað skrivar íslendska kringvarpið RÚV.

Kvinnan varð útflýggjað úr Belgia til Íslands 17. august. Útferðarbannið er galdandi til 27. november. Løgreglan er liðug við kanningararbeiðið, og málið er nú latið íslendska ákæruvaldinum.

Umleið 70 kilo av rúsevnum

Rúsevnini vórðu funnin í juni í einum húsbili, sum var komið til Íslands við Norröna.

Haldið fevndi um 56 kilo av amfetamini, átta kilo av kokaini, trý kilo av ketamini, eitt kilo av krystallinskari metamfetamini og eitt kilo av sokallaðum „pink kokaini“.

Sokallaða „pink kokainið“ var ein blanding av ketamini og MDMA.

Íslendska kringvarpið RÚV lýsir haldið sum eitt av teimum stóru rúsevnismálunum í Íslandi.

Løgreglan fylgdi parinum

Ein belgiskur maður í sekstiárunum hevur sitið varðhaldsfongslaður síðani juni.

Sambært RÚV komu kvinnan og maðurin saman til Íslands. Løgreglan valdi tó í fyrstu syftu ikki at handtaka tey, men valdi heldur at fylgja teimum og hava eftirlit við ferð teirra.

Løgreglan fylgdi parinum úr Seyðisfirði til flogvøllin í Egilsstaðum, har maðurin setti kvinnuna av. Haðani skuldi hon flúgva til Reykjavíkar.

Maðurin varð seinni handtikin á einum kampingplássi í Norðuríslandi. Tá løgreglan legði uppí, var hann farin at grava eitt hol. Løgreglan kannaði, um ætlan hansara var at fjala rúsevni har.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

Í gjár kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06