Ongi úrslit

Stórur skelkur í Odense

Christian Eriksen smokkaði saman, og nú hann er aftur á fótum og á veg til universitetssjúkrahúsið í Odense, er dysturin millum Danmark og Ukraina avblástur

Jóannes Hansen
5 tímar síðan

Fyri fimm árum síðani small danski landsliðsspælarin í fótbólti Christian Eriksen um í Parkini í Keypmannahavn. Tað var í EM endaspæli og dysturin var ímóti Finnlandi.

Tá var talan um stóran skelk, og síðani hevur tað fleiri ferðir verið uppi og vent, um tað var rætt tann dagin at halda fram at spæla, eftir at hann var koyrdur á Ríkissjúkrahúsið.

Í kvøld small Christian Eriksen aftur um. Tað var í vinadystinum ímóti Ukraina á Odense stadion.

Tað var heilt stilt á fullsetta stadion, og sjónvarpsmyndirnar vóru aðrastaðni frá enn á vøllinum, har spælararnir og leiðararnir savnaðust. Skjótt komu boðini um, at Christian Eriksen var aftur á fótum, og nú er hann í sjúkrabili koyrdur á universitetssjúkrahúsið í Odense.

Venjararnir og liðformenninir tosaðu við dómaran, og tað varð avgjørt, at tað verður ikki hildið fram at spæla.

Undan dystinum varð 34 ára gamli Christian Eriksen fagnaður fyri at hava spælt 150 landsdystir fyri Danmark. Støðan var 2-1 til Danmark, tá ið Christian Eriksen eitt korter undan leikloki small um.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Tveir ferðaleiðarar afturat koyrdir av landinum

1. juni kl. 07:48