Streymnýtslan í Føroyum veksur alsamt og í fjør gjørdi Sev stívliga 506,2 MW av streymi. Tað er væl meiri enn í fyrrárið, tá ið Sev gjørdi 440,4 MW av streymi, vísir eitt yvirlit hjá Hagstovuni.
Men samstundis er tað greitt, at við hesum lagnum verður seinur dagur áðrenn vit kunnu kalla okkum grøn, tí tað gongur illa at sleppa burtur frá oljuni.
Yvirlitið hjá Hagstovuni vísir nevniliga, at í fjør varð 49,4 prosent av streyminum frá Sev, gjørdur úr olju.
Tað er meiri enn í 2024, tá ið 43,4 prosent av streyminum vóru úr olju.
Stabbamyndin vísir, hvussu streymframleiðslan hjá Sev er býttur ímillum tær ymsu orkukeldurnar. Sjóvarfalsorka og sólorka, er so lítil partur, at tað sæst ikki
Hesi seinastu árini er kortini størra helvtin av streyminum frá Sev, gjørdur úr grønari orku, og seinast, meiri enn helmingurin var ú olju, var í 2021, tá ið 61,9 prosent av streyminum varð gjørdur úr olju.
Annars minkar parturin av streyminum, sum verður gjørdur úr vatni, alsamt og í fjør vórðu bara 20,2 prosent av streyminum gjørdur úr vatni.
Harafturímóti veksur parturin, sum verður gjørdur úr vindi og í fjør vórðu 29,1 prosent av streyminum úr vindi. I fyrrárið var talið 32 prosent, men árini frammanundan var tað nógv minni.
Hinvegin hevur tað verið nógv frammi um at Sev hevur havt stórar trupulleikar við fleiri vindmyllum, tí tær eru fyrigingnar og hava staðið stillar.
Samstundis er Sev heldur ikki sloppið at byggja tey vindorkuverk tey hava ætlað at byggja tí kærumál hava gjørt, at tey draga út.
Annars var 1,2 prosent av streyminum úr biogassi, og restin, 0,1 prosent varð gjørt burtur úr sólorku og sjóvarfalsorku.