Tørvurin á eini eykaferju til suðuroyarleiðina er átrokandi. Tað heldur Bjarni Hammer, løgtingsmaður, sum nú hevur sett Aksel V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, tríggjar skrivligar spurningar um fígging av almennum íløgum.
Hann vil hava greiðu á, nær ein nýggj avskrivingarskipan verður sett í verk, og um hon kann gera tað lættari hjá Strandfaraskipum Landsins (SSL) at útvega nýggjar ferjur.
Vil hava eykaferju til Suðuroynna
Bjarni Hammer vísir á, at tørvurin á suðuroyarleiðini er serliga stórur.
– Inntil Suðuroyartunnilin verður veruleiki, er púra greitt, at tørvur verður á eini eyka ferju. Einari ferju at bæði virka sum avloysaraskip fyri Smyril, tá ið hann er í dokk, og samstundis stuðla undir og styrkja dagligu siglingina til og úr Suðuroynni, skrivar hann í viðmerkingunum til fyrispurningin.
Vil broyta fíggingina av nýggjum ferjum
Sambært samgonguskjalinum skal ein skipan gerast, sum ger tað møguligt at avskriva almennar íløgur í lætt umsetiligar ognir yvir eitt ávíst tíðarskeið.
Bjarni Hammer heldur, at ein slík broyting kann lætta um hjá almennum stovnum, sum standa fyri stórum íløgum.
Sambært honum kann ein broytt skipan gera tað lættari hjá SSL at keypa og byggja nýggjar ferjur, uttan at allur kostnaðurin skal tyngja fíggjarlógina sama ár.
Hann vil tí hava landsstýrismannin at greiða frá, nær skipanin verður sett í verk, um SSL fer at verða fevnt av henni, og hvørjar fyrireikingar higartil eru gjørdar.