Ongi úrslit

Sunda kommuna broytir byggisamtyktina: Landbúnaðarøki verða bústaðar- og neystaøki

Sunda kommuna hevur samtykt tvær broytingar í býarskipanini, sum geva pláss fyri bústaðarbygging og neystum á Streymnesi og Oyrum.

© Kortal.
Frá landbúnaði til bústaðir: Sunda kommuna ætlar at broyta tvey landbúnaðarøki á Streymnesi og Oyrum, so byggjast kunnu nýggir bústaðir – og á Oyrum eisini neyst. Uppskotini eru nú løgd fram til alment eftirlit.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Sunda kommuna hevur samtykt at broyta nýtsluna av tveimum landbúnaðarøkjum á Streymnesi og Oyrum. Broytingarnar vórðu samtyktar á býráðsfundi 31. august og eru nú lagdar fram til alment eftirlit.

Landbúnaðarøki verður bústaðarøki

Á Streymnesi snýr broytingin seg um part av matr. nr. 183. Økið er í dag lagt út til landbúnað, men skal eftir ætlan broytast til bústaðarøki.

Á Oyrum er talan um matr. nr. 31t. Har skal landbúnaðarøkið broytast til bæði neystaøki og bústaðarøki.

Freist til 9. november

Uppskotini liggja frammi til alment eftirlit á heimasíðuni hjá Sunda kommunu og á býráðsskrivstovuni til og við 26. oktober.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera býráðnum skrivliga í hendi í seinasta lagi 9. november 2026. 

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Løgtingsmaður vil hava at vita hví danskir hermenn hava føroyskt flagg á búnanum

24. sepember kl. 11:51

Hanus hugsar framvegis um sjúku systrina

26. sepember kl. 15:07

Fýra fólk skuldsett fyri innbrot - upplýst er tey stjólu einar 160.000 krónur

26. sepember kl. 09:48

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

Í gjár kl. 11:31