Ongi úrslit

Svikarar lumpaðu nakrar túsund krónur frá føroyingi

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Í gjár var ringt til løgregluna at boða frá sviki á internetinum.

Løgreglan sigur, at tað var eitt fólk sum ringdi til tey at siga frá, at tað hevði eini boð á einum sosialum miðili um at tað hevði vunnið pengar.

Men fyri at fáa pengarnar, skuldi viðkomandi trýsta á eitt leinki og tøppa kortupplýsingarnr inn. Og tað hevði viðkomandi so gjørt við teirri avleiðing, at nakrar túsund krónur vórðu tiknir av kontuni.

So enn einaferð ávarar løgreglan um aldrin at geva kortnummari frá sær, tí eingin banki, ella myndugleiki, fer nakrantíð at biðja um slíkar upplýsingar á einum sosialum miðili, ella í telefon.

– ljóðar eitt tilboð ov gott til at vera satt, skulu vit altíð ganga út frá, at tað svik, sigur løgreglan.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Í gjár kl. 09:29

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38