Ongi úrslit

Tað eru ongar reglur - hvørki um aldursmark ella um hámarksferð

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Vit hava ongar reglur um el-súkklur í Føroyum. Tað staðfestir Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum.

Sunnvá Dahl Høgfeldt, løgtingskvinna fyri Sambandsflokkin, hevur reist spurningin um, el-súkklur í Føroyum og í tí sambandi hevur hon spurt landsstýrismannin um nakrar reglur eru fyri, hvussu skjótt el-súkklur hava loyvi at súkkla, og um aldursmark er fyri at súkkla á el-súkklu.

Jacob Vestergaard sigur, at í ferðslulógini er ongin útgreining av, hvat ein súkkla er. Ferðslulógin byggir tó í stóran mun á Wien-sáttmálan, sum er altjóða sáttmálin um ferðslu.

Sambært Wien-sáttmálanum er ein súkkla »eitt akfar, sum hevur minst tvey hjól, og sum við hjálp av pedalum, ella hondmegi, einans verður ført fram við at nýta vøddarnar hjá tí, ið førir akfarið.«

Í ferðslulógin er heldur ongin útgreining sum sigur, hvat ein «el-súkkla« er, men tað er ein súkkla við el-hjálpimotori, sum hjálpir til at føra akfarið fram, tá førarin nýtir pedalir ella hondmegi.

Ein el-súkkla, har el-motorurin einans hjálpir føraranum at súkkla, tá ið førarin nýtir pedalir, ella hondmegi, kann nýtast í ferðsluni á jøvnum føti við eina vanliga súkklu.

Tað er einki serligt hámark fyri, hvussu skjótt ein el-súkkla hevur loyvi koyra, tí tað eru bara tær vanligu ferðslureglurnar, sum eru galdandi.

Í ferðslulóginini er heldur einki aldursmark fyri at brúka el-súkklu. Tó verður heitt á foreldur um at vísa fyrilit og at meta um, hvørt barnið er nóg búgvið, og hevur neyðugar førleikar, til at kunna súkkla á einari el-súkklu.

Jacob Vestergaard sigur, at í Vinnumálaráðnum eru tey farin at fyrireika broytingar í ferðslulógini, og í hesum sambandi verður spurningurin um el-súkklur eisini viðgjørdur.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

Í gjár kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

Í gjár kl. 09:37