Arbeiðið at fyrireika undirsjóvartunnil til Suðuroyar, gongur væl Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum, nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár.
Í hesum sambandi er landsstýrismaðurin komin við eini spillfeskari dagføring um, hvussu gongur við arbeiðnum at fyrireika Suðuroyatunnilin.
Hann sigur, at beint nú er tað serliga á fýra økjum ið tunnilsfelagið hevur arbeitt á:
Jarðfrøðiligar kanningar.
Boringar eru gjørdar í samband við nýggja Sandvíkartunnilin, umframt í sambandi við Skálavíkartunnilin gjøgnum Traðarhamar, eins og boringar eru gjørdar á Sandafløttinum.
Fyritøkan, Vikmar, hevur kannað havbotnin, men í løtuni verða fleiri kanningar gjørdar. Hetta eru ískoytiskanningar fyri at fáa meiri at vita um jarðfrøðina.
Forprojekt
Tann 21. mai varð forprosjektið til sjálvan Suðuroyartunnilin sent Landsverki til góðkenningar og nú verður bíðað eftir svari frá Landsverki.
– Hetta hevur drigið út og hevur longu seinkað verkætlanini, sigur Jacob Vestergaard.
Forprosjektið fyri vega- og tunnilskervið í Suðuroynni, varð sent Landsverki til góðkenningar fyri einum mánað síðani.
Bíðað verður eisini eftir Landsverki í hesum førinum. Eftir ætlan verður forprosjektið fyri vegaføringarnar á Sandoynni sent Landsverki ein av næstu døgunum.
So hvørt góðkenningarnar frá Landsverki eru fingnar til vegar, kann farast undir at detailprosjektera verkætlanina, sigur landsstýrismaðurin.
Trygdin
Arbeitt hevur eisini verið við trygdini í Suðuroyartunlinum. Tann 3. juni vóru tey á Niconsult liðug at dagføra váðametingina.
Harafturat hevur Hoj Consult gjørt eina váðameting og somuleiðis er Cowi í løtuni við at gera eina uttanhýsis meting av váðametingunum. Hetta arbeiðið verður væntandi liðugt í hesum mánaðinum.
Umhvørvisáringsmetingar
Umhvørvisáringsmetingar verða framvegis gjørdar, og eftir ætlan verður hetta arbeiðið liðugt næsta ár.
Niðurstøðan hjá P/F Suðuroyartunlinum er, at arbeiðið hevur gingið væl. Eftir lógini skulu forprosjektini verða góðkend av Landsverki, áðrenn verkætlanin kann endaliga prosjekterast.
Landsverk viðgerð umsóknina, og roknað verður við svari í næstum, sigur Jacob Vestergaard.