Septembur eitt lítið sindur lýggjari enn í miðal tey seinastu 30 árini og eitt sindur turrari eisini - men ofta regnaði tað ofta sera illa.
Soleiðis tekur Hanus Kjølbro á Veðurstovu Føroya, saman um septembur, sum akkurát er farin aftur um bak.
Hann sigur, at veðrið var ógvuliga skiftandi. Tað fyrstu vikuna tóku lágtrýstini seg upp yvir miðjum Norðuratlantshavi og ferðaðust frá Asorunum og gingu beint á Føroyar.
Restina av mánaðinum tóku lágtrýstini seg upp út fyri amerikonsku eysturstrondini og tóku leiðina ímóti Nýfundlandi. Harífrá gekk leiðin beint ímóti Føroyum.
Nøkur av teimum fingu styrk frá øðrum lágtrýstum, sum høvdu tikið seg upp yvir Nunavut í Norðurkanada ella Hudsonflógvanum.
Tá ið tey høvdu sligið seg saman, dýptust tey sera skjótt og tvey av teimum gjørdust atmosferiskar bumbur - men júst tey bæði steðgaðu sunnan fyri Ísland.
Millum lágtrýstini kílaðu hátrýstryggir við góðum veðri seg norður ímóti Føroyum.
Samanumtikið fyri veðrið í septembur í ár, gingu lágtrýst eftir lágtrýst beint á okkum við vindi og regni í 2-3 dagar, og ímillum tey vóru hátrýstryggir við góðum veðri í 1-2 dagar.
Í septembur var vindurin fyri tað mesta ímillum 5 og 10 metrar um sekundið, men fór uppum viðhvørt. Mesti vindurin var leygardagin 11. septembur tá ið hann var 15 metrar, sum er hvassur vindur), men hvirlurnar. vóru upp í 25 metrar.
Hann lá nógv mest av útsynningi ella báðumegin við, og onkra løtu eitt sindur av landsynningi. Bara onkrar lítlar løtur kom hann av útnyrðingi, men hann kom ongantíð høgt ella av landnyrðingi
Miðalhitin var 10,2 stig. Mesti hitin var 14,1 stig og tá ið tað var kaldast, vóru 4,1 stig. Miðalhitin tey seinastu 30 árini hevur verið 10,1 stig, so septembur í ár var eitt lítið sindur lýggjari enn miðal.
Síðan 1995 hevur miðalhitin í septembur næstan annaðhvørt ár ligið um 9 stig og annaðhvørt ár um 10 stig. Hitametið fyri septembur er frá 2006 tá ið tað var 11,5 stig í miðal.
– Nú vit eru í hagtølunum, kunnu vit taka við, at tann kaldasti septembur síðan 1875 var í 1918. Tá var miðalhitin 6,7 stig. Í nýggjari tíð vóru septembur í 1979, 1983 og 1985 kaldir, tí tá vóru ávikavist 8 stig, 7,9 stig og 8 stig, sigur Hanus Kjølbro.
Tað regnaði 110,6 millimetrar tilsamans í septembur mánað í ár. Hetta er sindur minni enn miðaltalið fyri tey seinastu 30 árini, sum er 115,9 millimetrar. Síðan aldarskiftið er tað bara tvey ár, at septembur mánaður hevur verið eitt sindur turrari enn miðal.
Fara vit heilt aftur til 1875 at leita eftir turrasta septmeburmánað, var hann í 1976. Tá duttu bert 23,2 mm av regni niður. Tann vátasti var í 1963:, tá ið tað regnaðu 304 mm, um er næstan tríggjar ferðir meiri enn í ár.
Tað vóru ikki nógvir turrir dagar í septembur í ár. Bert hendingaferð vóru tveir dagar á rað við ongum avfalli.