Ongi úrslit

Tikin á flogvøllinum í Vágum við nógvum hassji í viðførinum

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Seinnapartin í gjár tóku tollararnir á flogvøllinum ein mann fyri at royna at smugla eina stóra nøgd av hassji til Føroya. Hann hevði tað við í viðførinum.

Løgreglan sigur, at maðurin varð handtikin og settur í varðhaldið. Talan er um ein danskara og hann skal í rættin seinni í dag. Av tí sama vil løgreglan ikki siga, hvussu nógv hassj hann hevði við sær, men talan var um kilo heldur enn gramm, siga tey.

Sostatt er talan um nógv størri nøgd enn til egna nýtslu, so mett verður, at endamálið var at selja tað í Føroyum.

Mest lisið hesa vikuna

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Hann undrast á hví vit halda fram at koppseta fyri koronu

Í gjár kl. 08:12