Samlaða tilfeingisrentan í føroysku fiskivinnuni og alivinnuni varð í 2025 mett til 2,2 milliardir krónur. Av hesum fekk landskassin góðar 700 milliónir krónur í gjøldum, meðan umleið 1,5 milliardir krónur vórðu verandi í vinnunum.
Hetta vísir Tjóðveldi á í einari fráboðan á Facebook.
Flokkurin spyr, um størri partur av tilfeingisrentuni eigur at fara í landskassan og harvið koma øllum føroyingum til góðar.
Tjóðveldi vísir á, at tær 1,5 milliardir krónurnar svara til umleið 70 prosent av persónsskattinum, sum fer í landskassan.
Tríggir framløguhaldarar
Á almennum fundi mánadagin 9. november fer Djóni Højgaard úr Fíggjarmálaráðnum at greiða frá verandi veiðigjaldsskipan.
Búskaparfrøðingurin Hans Ellefsen fer at lýsa tilfeingisrentuna og búskaparligu avleiðingarnar av at lata ein størri part fara í landskassan.
Sirið Stenberg, forkvinna í Tjóðveldi, fer at greiða frá støðu floksins og møguligum broytingum.
Fundurin verður klokkan 17 í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu 10.