Hvønn týdning hevur frælsi at trúgva í okkara samfelag, og fyri okkum sum menniskju?
Hetta e r ein spurningar Amnesty International Føroyar fer at varpa ljós á og í tí sambandi verður alment tiltak í Perluni í Havn hóskvøldið.
– At trúgva tí, sum vit vilja, er ein mannarættur staðfestur í okkara grundlóg og í altjóða mannarættindasáttmálum, sum Føroyar hava bundið seg at fylgja, staðfestir Amnesty.
Í Føroyum verður dúgliga kjakast um trúgv í løtuni - men kjakið er merkt av avgjørdum meiningum, ótta og polarisering.
– Tí halda vit at tørvur er á at tosa um hvat trúgv hevur at siga fyri okkum persónliga, men eisini hvat tað hevur at siga fyri okkara samfelag, tá umræður demokratiska húgsjón, persónliga frælsi og mannarættindi, sigur Amnesty.
Á tiltakinum, sum er klokkan 19 hóskvøkdið, fer Shakeel Jamil, næstforfólk í Amnesty Føroyar, at greiða frá um mannarættindi og trúarfrælsi.
Sigri M. Gaïni, Ph.d., námslektari í vísindaástøði, lívsáskoðan og siðalæru, fer at reisa spurningin um vit kunnu hava eitt fólkaræðið uttan trúarfrælsi.
Og at enda fara Pateh Bah, Heri W. Danielsen og Gwendolyn Blaga Philbrow at tosa um, hvønn týdning, og hvønn leiklut, teirra persónliga trúgv hevur.
– Vit mugu, í felag, arbeiða fyri, at Føroyar verða eitt samfelag við virðing fyri rættindum, frælsi og virði hjá okkum øllum,sum búgva her, sigur Amnesty. Hetta er eisini galdandi tá ið talan er um bólkar, sum eru øðrvísi enn vit. Tá ið rættindi ikki eru galdandi fyri øll, eru vit øll í vanda fyri at missa rættindi, sigur Amnesty.