Ongi úrslit

Tingmaður í samgonguni: Vit hava ikki ráð at gera Suðuroyarunnilin

Hann heldur, at frægasta loysnin er at fáa rutusigling ímillum Hvalba og Sand

Áki Bertholdsen
18. apríl 2023 kl. 15:59

Tað verður ikki enn á sinni, at vit hava ráð til at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar. Tað heldur Karlot Hergeirsson, tingmaður fyri Framsókn.

Í løtuni verður arbeitt við at fyrireika undirsjóvartunnilin og í tí sambandinum skal eisini tað fíggjarliga úrslitið gerast upp. 

Tað hevur leingi verið greitt, at politikarar hava verið ivingarsamir um tunnilin - men Karlot Hergeirsson mann vera tann fyrsti - í hvussu so er í samgonguni, sum beinleiðis sigur, at hetta hava vit ikku ráð til.

Hann heldur nevniliga, at tá ið tað samfelags búskaparliga roknistykkið er er sett upp, fara vit at noyðast at ásanna, at vit hava ikki ráð til at gera tunnilin, sigur hann.

Annars er Karlot Hergerisson trygdarleiðari hjá NCC, sum hevur gjørt Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin.

Hann dugir ikki at síggja fyri sær, at Suðuroyartunnilin fer at kosta minni enn einar sjey milliardir, tí trygdarviðurskiftini eru so strong í einum so longdum tunli.

Harafturat kemur, at prísurin á tilfari er hækkaður munandi, ikki minst prísurin á sementi, sum nógv verður brúkt av í einum tunli.

Skulu vit fylgja norskum trygdarkrøvum, skulu vit hava tveir tunlar, har ferðslan er einvegis, sigur hann.

Hann heldur, at í besta føri verður tað ikki fyrr enn um 10 - 15 ár, at vit hava ráð til at hugsa um at fara undir ein Suðuroyartunnil.

Hann ásannar, at tað er ein sparing í at sleppa undan Smyrli. Men tá ið íløgur skulu gerast, vænta vit at vinna tær inn aftur upp á 10 -15 ár. Í Suðuroyartunlinum verður gingið út frá, at íløgan skal vinna seg inn aftur upp á eini 50 ár, ella longri, og tað er ikki veruleikakent, heldur hann.

Hinvegin heldur hann, at vit eiga at gagnnýta Sandoyartunnilin og útvega Strandferðsluni tvey hóskandi systurskip sum kunnu sigla í pendulfart ímillum Hvalba og Sand.

Ein Suðuroyartunnil er ein so stór íløga, at tað fer at krevja alla fíggjarorkuna hjá Landskassanum í fleiri ár. Tað merkir, at so kann einki annað gerast øll hesi árini, og tað fer at fáa álvarsligar avleiðingar fyri byggivinnuna annars, sigur Karlot Hergeirsson.

Mest lisið hesa vikuna

Fyrrverandi føroyskur IDF-hermaður: Ísrael hevur onki val

15. juli kl. 21:56

Sluppu væl frá einum sermerktum ferðsluóhappi

14. juli kl. 07:54

Gamal kenningur verður aftur at síggja í Sarpugerði

17 tímar síðan

Veðrið komandi dagarnir

13. juli kl. 13:56

Hava bíðað í 60 ár - men nú verður tað

Í gjár kl. 15:00

Kraftigur jarðskjálvti var í Spania í morgun

14. juli kl. 20:04