Nú er aftur ein nýggj Dimmalætting at fáa í sølubúðunum kring landið.
Í blaðnum hava vit drúgva samrøðu við okkara fremsta fótbóltsspælara nakrantíð, Toda Jónsson, sum nú er blivin tvøramaður eftir at hava búleikast í uttanlands í 33 ár.
– Men tað hevur altíð verið okkurt í mær, sum hevur longst heim, sigur hann.
Og á Tvøroyri hevur hann funnið tann friðin, hann hevur longst eftir, sigur hann. Sostatt hevur hann nú latið kafé upp á Tvøroyri og har er alt hann hevur brúk fyri.
Vit tosa eisini við stjóran á Landssjúkrahúsinum sum sigur, at fleiri bygningar hjá sjúkrahúsverkinum eru í sera ringum standi, at tað er bráðneyðugur tørvur á umvælingum. Bara Landssjúkrahúsið hevur brúk fyri umvælingum fyri eina heila milliard.
Vit hava hagtøl sum vísa, at húsaprísirnir halda fram at hækka - eisini á smábygd og vit hava somuleiðis hagtøl sum vísa, at eisini árið í fjør var eitt gott ár hjá byggivinnuni.
Samgongan lovaði at gera tað bíligari at byggja, men nú verða tiltøk sett í verk, sum tvørturímóti gera tað dýrari at byggja.
Somuleiðis tosa vit við fleiri fólk í byggivinnuni og ein byggiharri sigur, at tað manglar rætt og slætt vilji til at byggja bíligar bústaðir, tí tað leturseg væl gera.
Ein fakfelagsformaður sigur, at útlendingar, sum koma higar at arbeiða, hava alt ov vánalig rættindi og dømi eru um, at teir standa á berum við ongum pengum og ongum bústaði og ongum ferðaseðili hevum, tá ið ikki gongst sum ætlað.
Vit hava eisini tosað við fleiri kommunur, hvat tað kostar at búgva í teimum og virt hava eina drúgva frásøgn nú NSÍ varð Førøoyameistari og venjarin sigur, at hann er djúpt rørdur.