Sum heild hevur tað verið stak friðarligt hjá løgregluni síðan í gjáramorgunin.
Løgreglan sigur kortini at í gjár vórðu tveir bilførarar tiknir. Ein varð tikin fyri at tosa í fartelefon ímeðan hann koyrdi og tað kostar honum eitt klipp í koyrikortið og 1.500 krónur í bót.
Somuleiðis varð ein bilførari kannaður tí illgruni var um at hann hevði kenning. Tá ið hann blásti í alkometrið, gav tað eisini útslag, so blóðroynd varð tikin av honum fyri at staðfesta ta nágreiniligu promilluna.
Ùrslitið av tí verður so avgerandi fyri, hvussu málið verður avgreitt.
Løgreglan sigur annars, at í nátt hevur tað næstan látið í telefonini.