Ongi úrslit

Triðja kommunulæknaviðtalan í Vágum: Skal stytta bíðitíðina hjá borgarunum

Triðja kommunulæknaviðtalan í Vágum er nú farin í gongd. Hon skal stytta bíðitíðina og lætta um trýstið á hinar báðar viðtalurnar.

© Vága Kommuna.
Triðja kommunulæknaviðtalan í Vágum er nú farin í gongd og skal geva borgarunum betri møguleika at fáa læknatíð.
Edmund Jacobsen
24 minuttir síðan

Kommunulæknaviðtalan í Vágum er víðkað úr tveimum upp í tríggjar viðtalur. Hinar báðar hava tilsamans umleið 3.470 borgarar knýttar at sær.

Nýggja viðtalan er farin í gongd, eftir at hølini eru góðkend. Heilsutrygd og Vága kommuna hava samstarvað um hølini.

Enn eingin fastur lækni

Heilsutrygd søkir eftir einum føstum kommunulækna til triðju viðtaluna. Fyribils arbeiða avloysarar og ein sjúkrarøktarfrøðingur har.

Enn eru eingir borgarar fast knýttir at viðtaluni. Hon hjálpir tí hinum báðum viðtalunum, og borgarar kunnu fáa læknatíð har.

Borgarar kunnu eisini velja at verða fast knýttir at triðju viðtaluni.

Borgarstjórin vónar styttri bíðitíð

Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, fegnast um nýggju viðtaluna.

– Vit hava leingi arbeitt fyri eini triðju viðtalu í Vágum, og tað er gleðiligt, at hon nú er komin í gongd, sigur hann.

Borgarar kunnu bíleggja tíð við at ringja til kommunulæknaviðtaluna og trýsta 3. Tíðarbóking á netinum verður eisini tøk seinni.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Í gjár kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00