Ongi úrslit

Tríggir bilar í ferðsluóhappi - Dagføring: Nú er tunnilin opin aftur

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Fyri eini løtu síðani hendi eitt ferðsluóhapp beint uttan fyri Leirvíkstunnilin, leirvíksmegin.

Løgreglan sigur, at tilsamans eru tríggir bilar við í óhappinum. Tað hendi tá ið ein bilur rendi á ein mótkoyrandi, og teir rendu so á ein annan bil, sum eisini kom koyrandi.

Løgreglan sigur, at tilsamans eru sjey fólk í teimum trimum bilunum og fyribils eru trý av teimum farin á Landssjúkrahúsið - men løgreglan sigur, við fyrivarndi - at at tað tykist ikki sum um at tey hava fingið álvarsligar skaðar.

Men avleiðingin er, at tunnilin er stongdur, og tað standa fitt av bilum uttan fyri fyri tunnilin, báðu megin.

Bilarnir í óhappinum skulu flytast burtur og so skal vegurin ruddast, men løgreglan verður til staðar og heldur skil á ferðluni til hon aftur gongur sum vanligt.

Tey siga frá alt fyri eitt tá ið tunniliner opin aftur.

Mest lisið hesa vikuna

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16