Tað eru fimm umfør eftir av Meistaradeildini hjá monnum í 2026.
22. umfar var í dag og í kvøld, og í trimum av teimum fimm dystunum megnaðu favorittarnir ikki at vinna fulla úrtøku.
Oftast plagar í hvussu so er annað av stóru feløgunum í Gundadali at eiga heimavøll. Soleiðis var tað ikki í dag.
B36 var seinnapartin favorittur at vinna fulla úrtøku ímóti EB/Streymi við Margáir. Tað eydnaðist ikki B36 at vinna. Gestirnir vóru eftir fyrra hálvleik frammanfyri 1-0, men EB/Streymur svaraði aftur og vann 2-1.
Hetta var triðja ferðin á rað, at B36 fór av vøllinum uttan fulla úrtøku. 16. august vann B36 2-1 í Sørvági. Síðani tá hava úrslitini verið 0-0 á útivølli ímóti Víkingi, 1-1 á heimavølli ímóti B68 og í dag 2-1 tap á útivølli ímóti EB/Streymi.
B36 er framvegis á fjórða plássi. Sum tað sær út í løtuni, so vera tað trý tey fremstu sum saman við steypavinnaranum Víkingi næsta summar fara at luttaka í Europa. Fyri B36 hevur tað stóran og kanska avgerandi týdning, hvussu úrslitið verður fríggjakvøldið, tá ið FM favorittarnir í NSÍ fara at vitja í Gundadali.
Fyri EB/Streym ber søti sigurin ímóti B36 við sær, at EB/Streymur nú er fimm stig frá niðurflytingarplássi. EB/Streymur hevur leygardagin møguleika á Svangaskarði so at siga at tryggja sær plássið í bestu deildini.
HB var stórfavorittur á Skála, har tað endaði 2-2. Úrslitið ber við sær, at FM møguleikin hjá HB kámaðist ikki so lítið. Tá ið HB leygardagin fær vitjan av AB vera Stefan Radosavljevic og Per Magnus Steiring ikki við. Teir sóu í kvøld reyða kortið á Skála og vera tískil leikbannaðir.
At Skála í kvøld tryggjaði sær eitt stig ber við sær, at Skála ÍF nú er fýra stig omanfyri niðurflytingarstrikuna. Skálamenn fara fríggjakvøldið norður til Klaksvíkar, har teir fyrr í ár megnaðu málleysan javnleik.
AB varð roknað at vera favorittur á heimavølli ímóti B68. AB legði seg á odda tveir minuttir eftir steðgin, og argjamenn vóru á sigurskós, inntil klokkan var farin seks minuttir út um vanligu leiktíðina. Tá javnaði B68 til 1-1.
AB hevur 24 stig, og tað eru seks stig aftur til niðurflytingarstrikuna, nú tað resta fimm umfør.
B68 er aftast við 17 stigum. Leygardagin fær B68 vitjan av EB/Streymi, og tað verður ivaleyst neyðugt hjá toftamonnum at vinna fulla úrtøku, um teir skulu hava møguleika at varðveita plássið í Meistaradeildini.
Í Sørvági var Fróði Benjaminsen fyri fyrstu ferð á KÍ beinkinum. KÍ vann 1-0, men talan var ikki um sannførandi favorittsigur. Í seinna hálvleiki høvdu bæði liðini málmøguleikar, og 07 Vestur var um reppið at javna, men KÍ málverjin Mark F. Jensen stórbjargaði, so bólturin brast í tvørtræið heldur enn at fara í málið.
Sigurin ber við sær, at KÍ nú er eitt stig frá oddasessinum, og tapið ber við sær, at 07 Vestur framvegis er undir strikuni. Tað eru fýra stig fram til Skála ÍF.
Í Runavík endaði tað í kvøld 1-1, tá ið steypavinnararnir í Víkingi vóru á vitjan hjá grannunum. Úrslitið ber við sær, at NSÍ framvegis er topplið, men frástøðan aftur til fremsta avbjóðaran, sum er KÍ, minkaði úr trimum og til eitt stig. Tá ið NSÍ fyri stuttum var í Klaksvík og reisti seg, eftir at KÍ var frammanfyri 2-0, var tað miðverjin Daniel Obbekjær, sum við høvdinum javnaði til 2-2. Í kvøld var tað aftur Daniel Obbekjær, sum við høvdinum syrgdi fyri, at NSÍ vann eitt stig.
NSÍ – Víkingur 1-1 (1-1)
0-1: Jákup Johansen 10.
1-1: Daniel Obbekjær 45.
Skála ÍF – HB 2-2 (1-2)
1-0: Maxwell Effiom 6.
1-1: Ári Mohr Jónsson 15.
1-2: Heini Sørensen 24.
2-2: Jákup Pauli Frederiksberg 68.
EB/Streymur – B36 2-1 (0-1)
0-1: Jógvan Kárason Gullfoss 12.
1-1: Gestur Bogason Dam 69.
2-1: Andras Ó. Olsen 80.
07 Vestur – KÍ 0-1 (0-1)
0-1: Oussama Ali 38.
AB – B68 1-1 (0-0)
1-0: Ragnar Skála 47.
1-1: Nicolai Dohn 90.+4.
NSÍ | 22 | 13 | 6 | 3 | 45 | 25 | 45 |
KÍ | 22 | 12 | 8 | 2 | 43 | 19 | 44 |
HB | 22 | 11 | 5 | 6 | 40 | 27 | 38 |
B36 | 22 | 9 | 8 | 5 | 32 | 26 | 35 |
Víkingur | 22 | 8 | 10 | 4 | 31 | 24 | 34 |
AB | 22 | 7 | 3 | 12 | 30 | 38 | 24 |
EB/Streymur | 22 | 6 | 5 | 11 | 27 | 36 | 23 |
Skála | 22 | 5 | 7 | 10 | 23 | 35 | 22 |
07 Vestur | 22 | 5 | 3 | 14 | 18 | 38 | 18 |
B68 | 22 | 4 | 5 | 13 | 22 | 43 | 17 |
Fríggjadagin 18. september
KÍ – Skála ÍF: Bjarki Danielsen kl. 18.30
B36 – NSÍ: Eiler Rasmussen kl. 18.30
Leygardagin 19. september
Víkingur – 07 Vestur: kl. 15.30
B68 – EB/Streymur kl. 15.30
HB – AB: kl. 15.30