Ongi úrslit

Trolútgerð: Vónin fær jaliga afturmelding úr Íslandi

Íslendskur skipari sigur seg vera sera væl nøgdan við Storm 2-trolhurðarnar hjá Vónini, sum hava verið royndar á skipinum Þerney seinastu mánaðirnar.

© Vónin.
Íslendski trolarin Þerney.
Edmund Jacobsen
6. juli kl. 06:47

Íslendski skiparin Bergtórur Smárason á Þerney gevur Storm 2-trolhurðunum hjá Vónini góð skoðsmál eftir fleiri mánaða nýtslu.

Sambært honum eru trolhurðarnar sterkar, støðugar og fjølbroyttar. Tær hava verið brúktar bæði við einum troli og tvítroli og hava givið góð úrslit á fleiri ymiskum dýpum.

Royndar á stórum dýpi

Skiparin sigur, at teir hava fiskað djúpari enn 400 favnar eftir fiskaslagnum streymsild, og at trolhurðarnar hava roynst væl.

Tær hava eisini verið brúktar frá 30 favnum og niður um 200 favnar. Sambært skiparanum hava tær verið støðugar og givið góð úrslit á øllum dýpum.

Storm 2-hurðarnar hava higartil verið brúktar til kongafisk, hýsu, tosk, upsa og streymsild.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56