Ongi úrslit

Trump: Ukraina fær eisini sæti við samráðingarborðið

Tað vera ikki bara Russland og USA, sum fara til friðarsamráðingar

Ragnar Sjúrðarson
13. februar 2025 kl. 22:00

Seinasta samdøgrið hevur verið stúran bæði í Kiev og Bruxelles um, hvørt Trump forseti fer at royna at samráðast um friðaravtalu við Russland, uttan at taka Ukraina ella Evropa við.

Í kvøld boðaði Trump frá, at Ukraina fær sæti við borðið - saman við Russlandi "og nógvum øðrum fólkum."

Volodymyr Zelensky, forseti í Ukraina, hevur ávarað um, at ein ikki kann líta á hugin hjá Putin forseta um at fáa frið í lag

Men í kvøld boðaði Donald Trump frá, at hann hevur álit á Putin í hesum sambandi.

- Eg trúgvi, at hann vil hava frið.

- Eg kenni hann sera væl. Eg haldi, hann vil hava frið. Eg haldi, hann hevði sagt mær tað, um hann ikki ynskti frið.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

Í gjár kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Fyrsta fjarstýrda skurðviðgerð av sjúklingi í Føroyum framd

16. sepember kl. 13:11