Ongi úrslit

Turkisku miðlarnir ikki blíðir við Stefan Kuntz

Turkisku miðlarnir vildu hava svar upp á nógvar spurningar til tíðindafundin á Tórsvølli eftir dystin. Teir vildu hava at vita, hvussu tryggan Stefan Kuntz, landsliðsvenjari hjá Turkalandi, kennir seg í heita stólinum, sum starvið sum turkiskur landsliðsvenjari ofta er

Sigurjón Einarsson
25. sepember 2022 kl. 22:45

Tað var ein eyðmjúkur turkiskur landsliðsvenjari, ið møtti til tíðindafundin á Tórsvølli eftir dystin. Hann byrjaði tíðindafundin við at siga, at føroyska liðið var svangari enn tað turkiska.

– Teir runnu meira enn vit og vildu tað meira enn vit, og tað hava tit alla orsøk at kritisera meg og liðið fyri, sigur turkiski landsliðsvenjarin, Stefan Kuntz.

Men eftir hetta brúkti týski venjarin hjá Turkalandi nógva orku upp á at greiða fyri turkisku miðlunum, at allar tjóðir fara at fáa trupulleikar, tá tað manglar 11 av teimum føstu leikarunum.

– Eg ynski ikki at kritisera mínar leikarar, men talan hevði verið um ein øðrvísi dyst, høvdu meira av teimum føstu spælt við í kvøld, greiðir Stefan Kuntz frá.

Veður og vindur spældi eisini sín leiklut í kvøld, sambært týska venjaranum hjá Turkalandi.

– Keðiliga veðrið her í Føroyum spældi eisini sín leiklut til ósigurin. Men hetta mugu vit taka við, at soleiðis er tað viðhvørt her í Norðuratlantshavi.

Eisini bleiv hann spurdur, um hann hevði undirmett føroyska liðið í kvøld.

– Tað kom ikki óvart á okkum, at føroyingar trýstu okkum so høgt til tíðir. Hetta vistu vit væl frammanundan, svarar Stefan Kuntz stutt og greitt upp á spurningin.

Eisini vildu turkisku miðlarnir hava at vita, hvat hetta tapið merkir fyri Turkaland, og aftur her skyldaði Stefan Kuntz upp á, at hann manglaði 11 av føstu leikarunum.

Turkiska miðlarnir vildu síðan hava at vita, um Kuntz nú var í vanda fyri at verða uppsagdur, nú hann hevur tapt móti lið nummar 142 á FIFA-styrkislistanum.

– Ja, tit kunnu skylda upp á meg fyri dystin í kvøld, men vit endaðu nummar eitt í bólkinum, minnist til tað. Men eg eiti Stefan Kuntz, og tey, ið kenna meg vita, at eg gevi aldrin upp, sigur ein trýstur, men avgjørdur Stefan Kuntz til turkisku miðlarnar.

Eftir hetta handlaði restina av tíðindafundinum um onkra søgu, sum var komin úr Turkalandi, at Stefan Kuntz ikki longur situr tryggur í heita turkiska stólinum, og soleiðis gekk tað aftur og fram í yvir ein hálvan tíma.

Til endans segði Stefan Kuntz, at hann elskar Turkaland, og at hann elskar sítt starv sum turkiskur landsliðsvenjari, sum hann sær sum ein heiður, men tað virkar til, at turkisku tíðindamiðlarnir fara at skriva nógv um Stefan Kuntz komandi dagarnar, og hvørt hann framvegis skal halda fram sum landsliðsvenjari.

Mest lisið hesa vikuna

Fleiri ungfólk á Landssjúkrahúsið eftir ferðsluóhapp

16. november kl. 09:17

Er meldaður fyri blúnisbrot

19. november kl. 20:03

Eingin orsøk at gera fráfaringaravtalur við frákoyrd starvsfólk

19. november kl. 17:10

Sýslumaður og grindaformenn fáa bót eftir grindadráp

19. november kl. 11:39

Fekk bót fyri at ripa ost á ein bil

Í gjár kl. 08:30

Eigararnir fáa 48 tímar at flyta bilarnir - annars fáa teir rokning

Í gjár kl. 07:47