Ongi úrslit

Tvær verkætlanir og tvær kanningar um arbeiðsmarknaðin hava fingið stuðul

Í mesta lagi 3 mió kr vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðargransking og í mesta lagi 600 túsund krónur vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðarkanningar

gransking.fo
26. mai kl. 22:35

Faknevndin fyri stuðli til gransking hevur játtað stuðul til tvær granskingarverkætlanir og tvær kanningarverkætlanir um arbeiðsmarknaðin í Føroyum. 

Fíggingin til arbeiðsmarknaðarátøk stavar frá fænum í Frítíðargrunninum.

Stuðul til granskingarverkætlanir

Upp til í mesta lagi 3 mió. kr. vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðargransking í 2026.

Hesar verkætlanir fingu stuðul til gransking:

Monika Nolsøe Johannesen: ”Arbeiðsvirkni eftir pensjónsaldur: ein tvørvísindalig kanning av orsøkum til, at nógvir føroyingar arbeiða eftir pensjónsaldur" 
Ph.d.-verkætlan á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.500.000 kr.

Barbara Scalvini: "FaroeLingo: ”Nýhugsan av skipaðum mentanarmótum í talgildari annaðmálslæring" 
Ph.d.-verkætlan á Náttúruvísindadeildini og Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum - 1.500.000 kr.

Stuðul til kanningarverkætlanir

Upp til í mesta lagi 600 tkr. vóru tøkar til stuðul til arbeiðsmarknaðarkanningar í 2026.

Tvær verkætlanir fingu stuðul til kanningar:

Gestur Hovgaard: ” Arbeiðsmarknaðurin og tey við avmarkaðum førleikum. Ein IPS-grundað pilotkanning við støði í næmingum frá Dugna.”
Kanningarverkætlan hjá Dugna – 300.000 kr.

Turið B. Jacobsen: ”Hjálpartólatænastan - út frá sjónarhorninum hjá ergoterapeutum.”
Kanningarverkætlan á Ergoterapeutfelagnum – 300.000 kr.

Við hesum játtanunum er øll tøka upphæddin til arbeiðsmarknaðargransking og -kanningar útlutað.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00