Ongi úrslit

Tveir koyrdu ov skjótt, ein koyrdi skeivt og ein koyrdi við kenning

Áki Bertholdsen
6. juli kl. 06:40

Í gjár varð løgreglan aftur á ferð og kannaði ferðsluna og tað kastaði onkrar bøtur, og tvey klipp av sær.

Á Glyvrum, á einum strekki har tað er loyvt at koyra 50, vóru tveir bilførarar tiknir. Ein koyrdi upp ímóti 70 og hann fær bót og ein koyrdi beit yvir 70, so hann fær eisiini klipp í koyrikortið.

Ein  bilførari fær eisini bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra ígjøgnum eina vegoyggj, men tað gjørdi hann í vinstru síðu.

Og á Velbastaðvegnum koyrdi ein bilur út av og tá ið løgreglan kom á staðið, fingu tey illgruna um, at bilførarin var ikki edrúður. Sostatt er hann skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring og blóðroynd er tikin av honum.

Við Funningsfjørð hendi eitt lítið ferðsluóhapp har ein bilur bar við tvær súkklur. Sjúkrabilur kom á staðið, men løgreglan sigur, at har hendi ikki nevnivert av fólkaskaða.

Mest lisið hesa vikuna

Brúðgommurin fer úr kirkjuni og at rógva kapp

11. juli kl. 08:08

Løgreglan rak heimleys í Havn á dyr

13. juli kl. 07:20

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Ferðafólk nærum sogið út úr flogfarinum

10. juli kl. 15:30

Fólkavøksturin tikið dik á seg - men tað eru mest útlendingar

10. juli kl. 10:00

Hava vit sum ikki eru kristin loyvi at vera her um nøkur ár?

12. juli kl. 07:56