Ongi úrslit

Tveir peningastovnar hækka renturnar

Nú hava tríggir peningastovnar boðað frá, at teir fara at hækka renturnar

Jonhard Hammer
6 tímar síðan

Í síðstu viku hækkaði Føroya Banki renturnar, og nú boða Betri Banki og Suðuroyar Sparikassi frá, at teir hækka renturnar. Nú er tað bara Norðoya Sparikassi, sum ikki hevur boðað frá rentuhækkingum.

Betri Banki skrivar soleiðis:

Danski Tjóðbankin hækkaði 10. septembur leiðandi rentuna við 0,25% stigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini hækkar renturnar.

Fyri privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25% stigum.

Broytingarnar koma í gildi tann 1. novembur 2026.

Tú kanst kunna teg um renturnar í Betri Banka á betri.fo/rentur.

 

Suðuroyar Sparikassi skrivar soleiðis:

1. september 2026 hækkaði danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25%-stigum.

 

Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini hækkar renturnar. Fyri bæði privat- og vinnukundar hækka út- og innlánsrenturnar við upp til 0,25 %-stigum.

 

Broytingarnar koma í gildi 26. oktober 2026.

 

Rentu- og tænastuyvirlitini her á heimasíðuni www.ss.fo verða dagførd, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig vanlukka í Klaksvík: 14 ára gamal lat lív

18. sepember kl. 19:02

Todi Jónsson fluttur heim eftir 33 ár: Byrjar av nýggjum á Tvøroyri

21. sepember kl. 06:00

Veiðirættindi seld fyri 28 milliónir: Felag skal rinda 14 milliónir í skatti

19. sepember kl. 13:00

Tað er fúl etandi skomm fyri Havnina

18. sepember kl. 10:29

Elsebeth: – Eg harmist um mistakið

17. sepember kl. 23:21

Leita eftir vitnum til innbrot har ein stór peningaupphædd er stolin

Í gjár kl. 10:07