Tað eru alt ov fáar gentur og dreingir, sum verða koppasett fyri HPV. Tað sigur Heilsustýrið og nú fara tey undir eitt átak fyri at fáa fleiri at koppseta seg.
Skulu vit næstan útrudda lívmóðurhálskrabba og avmarka talið á ávísum øðrum sløgum av krabbameini, má undirtøkan fyri HPV-koppseting økjast munandi, sigur Heilsustýrið.
Við herrópinum »Tvey prik móti krabba« heitir Heilsustýrið á foreldur um at lata børnini koppseta móti HPV. Koppsetingin verjir bæði gentur og dreingir móti HPV-smittu, sum kann elva til fleiri sløg av krabbameini.
Mælt verður til, at børnini verða koppsett, áðrenn tey verða kynsliga virkin.
Tí verður mælt til, at børnini verða koppsett, tá ið tey eru 12 ár, fyri at tryggja, at tey eru vard, áðrenn tey verða verða smittað.
Heilsustýrið sigur, at tølini fyri HPV-koppseting vísa eina óhepna gongd.
Undirtøkan er alt ov lág og liggur væl undir norðurlendsku grannalondunum, har 82 - 93 prosent av gentunum og 78 - 88 prosent av dreingjunum verða koppsett.
Endaligu føroysku tølini fyri 2025 eru ikki klár enn, men ábendingar eru um, at minni enn helvtin av 15 ára gomlu gentunum í Føroyum høvdu fingið báðar sproyturnar og upp aftur færri av teimum 15 ára gomlu dreingjunum vórðu koppsettir tvær ferðir.
Málið er, at 90 prosent eru koppsett, áðrenn tey fylla 15 ár og tað er kommunulæknin, sum koppsetur.
Koppsetingin er ókeypis fyri øll ímillum 12 og 17 ár. Ungfólk ímillum 18 og 20 ár kunnu eisini verða koppsett fyri einki í ár.
– Tað er ein vanlig misskiljing, at dreingir skulu koppsetast fyri at verja genturnar móti lívmóðurhálskrabba, staðfestir Heilsustýrið. Men koppsetingin verjir eisini dreingirnar sjálvar munandi móti eitt nú krabbameini í varrum, munnholu, svølgi og kynsgøgnunum, sigur Noomi O. Gregersen, stjóri í Heilsustýrinum í tíðindaskrivi
Heilsustýrið sigur, at hesi seinastu 10 árini hava 43 kvinnur fingið staðfest lívmóðurhálskrabba í Føroyum. Av teimum vóru 20 yngri enn 45 ár. Harafturat hava 31 fingið staðfest undanstig til lívmóðurhálskrabba.
Altjóða kanningar vísa, at verður gentan koppsett, áðrenn hon er kynsliga virkin, fyribyrgir koppsetingin 90 prosent av tilburðunum.
HPV elvir eisini til meginpartin av øllum tilburðum av krabbameini í skeiðini, ytru kynsgøgnunum, baktarminum og í varrum, munnholu og svølgi hjá kvinnum.
Umframt at verja móti meginpartinum av omanfyri nevndu tilburðum av krabbameini gevur HPV-koppseting umleið 90 prosent verju móti kynsfinnum, sum eru vortur á kynsgøgnunum.
Hjá monnum kann HPV elva til krabbamein í varrum, munnholu, svølgi, baktarminum og í kynsliminum.
Serliga er talið á tilburðum av krabba í varrum, munnholu og svølgi hjá monnum vaksið nógv seinastu árini í Norðurlondum, og ein vaksandi partur teimum eru av teimum sløgum av HPV sum eru fevnd av koppsetingini.
Í grannalondunum er krabbi í varrum, munnholu, svølgi hjá monnum nú vanligari enn lívmóðurhálskrabbi hjá kvinnum.
Hesi seinastu 10 árini hava líka nógvir menn fingið krabba í varrum, munnholu, svølgi sum kvinnur hava fingið staðfest lívmóðurhálskrabba.
HPV er orsøk til næstan allar tilburðir av baktarmskrabba og er orsøk til yvir helvtina av tilburðum av krabba í kynsliminum.
Umframt at verja móti teimum sløgum av HPV, sum elva til flestu omanfyri nevndu krabbameinstilburðir, fyribyrgir HPV-koppseting umleið 90 prosentum av kynsfinnum, sum eru vørtur á kynsgøgnunum.
Heilsustýrið sigur eisini, at koppingarevnið og væl kannað og at tað er trygt at brúka, men tað ber til at lesa meiri á www.hpv.fo