Ongi úrslit

Týskland heldur fram við strongum marknaeftirliti

Týskland leingir økta marknaeftirlitið í hálvt ár orsakað av vanda er fyri islamiskum yvirgangi og álvarsomum kriminaliteti

Jonhard Hammer
12. februar 2025 kl. 16:21

Týskland hevur í eina tíð havt økt marknaeftirlit, og tað fer at halda fram í hálvt ár aftrat. 

Tað boðar týski ríkiskanslarin, Olaf Scholz, frá í dag.

Sambært tíðindastovuni Reuters hevur hann sagt ES nevndini frá hesum. 

Vanliga eru mørkini innan ES opin og frí at fara ígjøgnum, men í september í fjør styrkti Týsklandi eftirlitið við mørkunum til grannalondini – herundir eisini Danmark. Tá var orsøkin søgd at vera, at eftirlitið skuldi verja landið ímóti akuttum hóttanum frá islamistiskum yvirgangi og álvarsomum kriminaliteti tvørtur um landamørk.

Ta ferðina varð avgerðin tikin, tí ein maður hevði dripið trý fólk við knívi á einum jólamarknaði í býnum Solingen. Yvirgangsrørslan IS segði seg hava ábyrgdina av álopinum.

Nú verður so hildið fram við hesum eftirliti eina tíð aftrat. 

 

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06