Ongi úrslit

Týskur maður og svensk kvinna vunnu Tórshavn Marathon

Umleið 700 rennarar runnu teir fimm teinarnar, og 180 teirra tann klassiska 42 kilometra langa marathonteinin

BRAGDIÐ
2 tímar síðan

Tórshavn Marathon varð í dag runnið í Havn, inn eftir Kaldbaksfirði, til Kaldbaks og aftur til Havnar.

Umleið 700 rennarar runnu teir fimm teinarnar.180 teirra tann klassiska 42 kilometra langa marathonteinin.

Hinir teinarnir vóru hálvt marathon renning, hálvt marathon til gongu, 10 kilometrar og 5,5 kilometrar.

Hjá monnunum vann týskarin Raoul Jankowski marathonteinin við tíðini 2 tímar 43 minuttir og 25 sekund Hann hevur áður vunnið Tórshavn Marathon fýra ferðir og setti í 2022 rutumet á 2:35:11.

Nummar tvey gjørdist Rógvi Kárason úr Bragdi við tíðini 2:43:56, sum er skjótasta føroyska tíðin í Tórshavn Marathon nakrantíð. Triðjur um mál kom Torbjørn Hentze somuleiðis úr Bragdi við tíðini 2:57:56.

Skjótasta kvinnan var Frida Södermark úr Svøríki við tíðini 3:23:36. Á øðrum plássi kom Valborg Heinesen úr Bragdi við tiðini 3:30:23, og nummar trý var Marita Andrasardóttir úr Bragdi við tíðini 3:32:40.

Tórshavn Marathon er eisini FM í Marathon. Tí eru Rógvi Kárason og Valborg Heinesen føroyameistar í marathon 2026.

Kappingarnar í hálvum marathon vunnu hjá monnum Oliver Granhøj úr Bragdi við tíðini 1:22:52, og hjá kvinnum vann Bjørk Herup Olsen við tíðini 1:37.01.

354 útlendskir rennarar úr 34 londum vóru við í Tórshavn marathon í dag. Teir vóru millum annað úr fjarskotnum londum sum Singapor, Kasakstan, Filipsoyggjum, Brasil og Meksiko.

Elsti marathonrennarin var 74 ára gamla Karin Baldwin úr USA.

Ítróttafelagið Bragdið hevur í nærum eitt ár fyrireikað hendan stóra dagin, og eini 130 sjálvboðin hava hjálpt við teimum mongu uppgávunum.

Tórshavn Marathon hevur verið runnið síðan 2003. Men var avlýst í 2020 og 2021 av koronasmittuni.

Tórshavn Marathon 2027 verður 6. juni.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Tveir ferðaleiðarar afturat koyrdir av landinum

1. juni kl. 07:48