Hvussu nógv føroysk børn skulu missa fótafestið í lívinum og detta burturúr felagsskapinum, áðrenn evnið fær veruliga politiska raðfesting? Vit síggja í dag alt ov nógv børn, sum stríðast við at møta í skúla. Gongdin hevur seinnu árini verið, at børnini gerast alsamt yngri, tá dagarnir gerast teimum so tungir, at tey ikki longur megna út til gerandisliga virksemið. Vit fakfólk eru farin at umrøða fyribrigdið sum fráveru, tí talan er ikki longur bert um skúlabørn, men eisini børn innan dagstovnaøkið.
Talan er um vaksandi og samansettar avbjóðingar, sum hava álvarsligar avleiðingar fyri trivnaðin, menningina og framtíðarmøguleikarnar hjá børnum og ungum. Og tær ávirka alla familjuna.
Frávera er eitt fyribrigdi, ið uppstendur í samspælinum millum barn, skúla, heim og teir felagskapir, barnið tekur lut í. Fráveran er tekin um, at okkurt avmarkar barnsins møguleikar at trívast, luttaka og hoyra til og fevnir bæði um barnsins fortreytir og tær umstøður, barnið livir og lærir í. Í arbeiðinum við skúlafráveru – og serliga tá fráveran hevur verið longrivarandi – kann talan ofta vera um fastlæstar støður, har avbjóðingarnar eru so samansettar, at tær hvørki eru lættar at greina ella loysa.
Sum fakfólk síggja vit alt ov ofta børn, har skúlagongdin spakuliga, til tíðir bráðliga, gerst óyvirkomulig og elvir til alsamt vaksandi fráveru. Starvsfólk eru ráðaleys, og foreldur eru desperat eftir hjálp og loysnum. Samlaða sálarheilsan hjá børnunum versnar sum tíðin frálíður. Tá tað snýr seg um skúlafráveru, er ikki talan um individuellar trupulleikar, sum einstaka familjan ella skúlin eiga einsamøll. Talan er um samfelagsligar avbjóðingar, sum krevja samfelagsligar loysnir. Øll royna í dag at handfara støðurnar eftir besta førimuni, men avbjóðingarnar verða samstundis handfarnar ymiskt stað úr stað. Okkara pástandur er, at onki flytir seg stórvegis, fyrr enn frávera fær veruligan politiskan ans.
Men hvar er politiska skipanin?
Fyri kortum hevur sernámsdeildin leitt ein arbeiðsbólk við luttøku úr fólkaskúlaøkinum, Almannaverkinum, Undirvísingarstýrinum, Gigni, Barnaverndartænastuni, Barna- og Ungdóms- psykiatriini og Námi, sum hevur viðgjørt skúlafráveru í Føroyum. Har finnast ikki neyv tøl yvir útreiðslur, men arbeiðsbólkurin hevur gjørt nakrar metingar út frá tølum fyri eitt nú heima- og sjúkraundirvísing, mista arbeiðsinntøku og aðrar veitingar úr almennu skipanunum. Í dag eru o.u. 50 næmingar í fullari og longrivarandi skúlafráveru. Afturat hesum koma allir teir við lutvísari fráveru.
Talan er her um stór skuggatøl. Tølini fyri skúlafráveru hava verið vaksandi síðani 2018/19, og Undirvísingarstýrið nýtti í 2025 á leið 5 mió. kr. til heima- og sjúkraundirvísing. Tølini siga tó onki um, hvussu nógv aðrar skipanir brúka. Ein konservativ meting er, at Almannaverkið nýtir á leið 8 mió. árliga. Harumframt koma tær útreiðslur og arbeiðsorka, Barnaverndartænastur, sernámsdeildin og onnur nýta uppá fráverurelateraðar avbjóðingar. Tað er tí ikki møguligt út frá verandi tølum at gera álítandi metingar av samlaða kostnaðinum – men hann er sambært arbeiðsbólkinum høgur. Innsatsirnir
í dag gera ikki mun. Teir eru í besta føri kompenserandi, men hvørki intervenerandi ella fyribyrgjandi – og allíkavæl er samlaði kostnaðurin sannlíkt líka dýrur.
Tað krevur politiskar og fíggjarligar raðfestingar at venda skútuni. Í samgonguskjalinum frá apríl 2026 stendur skrivað, at: “Tilboð skulu vera til tey, sum ikki trívast og aftra seg við at fara í skúla.” Nú er hálvt ár fráliðið, síðani núverandi samgonga tók sætið á tingi við nógvum og høgum ambitiónum, men enn eru ongar sjónligar raðfestingar av hesum álvarsmáli at síggja. Fíggjarlógin er júst borin í tingið, men ørkymlandi frávera sær ikki út til at fáa eitt komma, hóast vit vita, at hetta hevur stórar avleiðingar fyri einstaka barnið og familjuna. Og hetta hevur sanniliga eisini fíggjarligar avleiðingar fyri samfelagið í mun til tey mongu átøk, sum ofta mugu setast í verk. Men vit renna – einaferð enn – aftaná.
Skúlafrávera er ikki nakað serføroyskt fyribrigdi, og tískil átti heldur ikki at verið neyðugt at uppfinna djúpa tallerkin sjálvi. Vit kunnu hyggja til tey lond, vit vanliga samanbera okkum við. Har síggja vit, hvussu økið verður raðfest innan; gransking, vitanaruppbygging, felags leistir fyri skráseting, styrkt samstarv millum skúla- sosial- og heilsuøki, landsfevnandi handlingsplanir móti skúlafráveru o.m.a. Enn tykist tað ikki eins og nakar hevur funnið gyltu loysnina, tí talan er um eitt komplekstfyribrigdi, sum ikki hevur einfaldar loysnir. Í Føroyum eru vit tó hvørki pro- ella reaktiv. Tað er avmarkað við málrættaðari fyribyrging, og tá trupulleikin er voksin í vavi, er eisini avmarkað, hvat vit reelt hava at bjóða familjunum.
Menniskjansligu avleiðingarnar eru ofta umfatandi. Børn í stórum mistrivnaði, sum hava minkandi samband við javnaldrar. Foreldur vita ikki síni livandi ráð og mugu mangan lutvíst ella heilt av arbeiðsmarknaðinum í styttri og longri tíðarskeið. Systkin gerast skuggabørn, og menningin ávirkast av samlaða trýstinum og tí kreppu, familjan er í. Og ráðaleys starvsfólk í skúlunum, sum skulu loysa alsamt meira samansettar uppgávur, uttan at karmar um arbeiðið samsvarandi verða styrktir. Hyggja vit inn í framtíðina, er stórur vandi fyri, at vit sum samfelag missa nógv av hesum børnunum á gólv; teirra møguleikar fyri útbúgving, arbeiði ella í heila tikið at koma fyri seg aftur, versna sum árini ganga.
Vit hava eina samgongu, sum fór til val uppá at lofta familjum, børnum og ungum. Men higartil hava vit hoyrt meir um projekteringar av nýggjum tunlum enn, hvørjar ætlanirnar eru fyri at røkka familjum í neyð. Heldur verða tær sleptar á fjall og yvirlatnar til sín sjálvs. Okkara pástandur er, at vantandi handlingar eisini eru at meta sum ábyrgdarfráskriving. Tað er ikki moralskt neutralt at lata vera við at handla. Politiska skipanin hevur veruligan møguleika at gera mun. Við tí fylgir eisini ein ábyrgd.
Á einu síðuni er talan um eitt komplekst felt, har tað ikki finnast lættar ella skjótar loysnir. Samstundis er tað sera einfalt – tørvurin á handling og kós frá okkara fólkavaldu er átrokandi.
Ásvør Skaalum, sálarfrøðingur
Jóhanna Davidsen, sálarfrøðingur
Nina Mikkelsen, sálarfrøðingur
Tórfríð Danielsen, sálarfrøðingur
Ása á Neystabø, sálarfrøðingur
Elisabeth Gaard, sernámsfrøðiligur ráðgevi
Liljan Petersen, sálarfrøðingur
Maria á Boðanesi, sernámsfrøðiligur ráðgevi