Heilsu- og orkumálaráðið hevur lýst eitt av fremstu leiðarastørvunum í Sjúkrahúsverkinum leyst av nýggjum. Orsøkin er, at ráðið metir, at umsóknargrundarlagið ikki er nóg breitt til at halda fram við setanartilgongdini.
Upprunaliga var umsóknarfreistin 28. september. Nýggja freistin er 30. oktober klokkan 12.
Ovasta læknafakliga ábyrgdin
Varastjórin verður ovasti ábyrgdarhavandi lækni í føroyska sjúkrahúsverkinum og partur av leiðsluni. Viðkomandi verður eisini læknafakligur ráðgevi hjá Heilsu- og orkumálaráðnum.
Uppgávurnar fevna millum annað um strategiska ráðlegging, læknafakligan rakstur og menning, fíggjarstýring og samstarv millum sjúkrahúsini og aðrar partar av heilsuverkinum.
Sjúkrahúsverkið hevur umleið 1.200 ársverk og ein árligan rakstur á umleið 1,2 milliardir krónur. Har eru 169 sengur, umleið 12.000 innleggingar og 130.000 ambulantar viðgerðir um árið.