Ongi úrslit

Ung úr sjey norðurlondum í Vági: Seta framtíðina hjá útjaðarøkjum á breddan

Ung í aldrinum 18–30 ár úr sjey norðurlondum vitja Vág í sambandi við Generation Nordic og arbeiða við framtíðini hjá norðurlendskum útjaðarøkjum.

© Vágs kommuna.
Ung úr sjey norðurlondum hava vitjað í Vági í sambandi við ráðstevnuna Generation Nordic, sum Nordisk Atlantsamarbejde – NORA skipar fyri.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Ung úr sjey norðurlondum hava vitjað í Vági í sambandi við ráðstevnuna Generation Nordic, sum Nordisk Atlantsamarbejde – NORA skipar fyri. Endamálið er at arbeiða við og skifta orð um evni, ið hava týdning fyri framtíðina og menningina í norðurlendskum útjaðarøkjum.

Luttakararnir eru millum 18 og 30 ár. Vitjanin í Vági er partur av ráðstevnuni, har tey ungu hittast og umrøða avbjóðingar og møguleikar í útjaðarøkjum.

Upplivdu Vágseiði og hoyrdu um menningina í Vági

Í Vági hava luttakararnir millum annað verið á Vágseiði. Harumframt hava tey hoyrt fólk greitt frá ymiskum virksemi og menningini í Vági. Tey hava eisini arbeitt við ymiskum evnum, sum snúgva seg um menning av útjaðarøkjum.

Myndirnar í uppslagnum hjá Vágs kommunu vísa bæði luttakarar úti í náttúruni og á innandura fundum og framløgum.

Vágs kommuna fegnast um vitjanina og takkar NORA fyri gott samstarv og fyri at hava lagt leiðina til Vágs.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjarga útlendskum ferðamanni oman á slætt

12. sepember kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Danmark fyrireikar kirkjuna til stórkríggj: Kann fáa upp í 20 fallnar hermenn um dagin

Í gjár kl. 15:00

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06