Í gjár fingu løgreglufólk eyga á ein bil, sum tey koyrdi alt ov skjótt á vegnum á strekkinum úr Havnini og út ímóti Norðasta Horni.
Har er hámarksferðin sett niður til 60 og tá skal minni til at missa koyrikortið.
Hesin bilførarin koyrdi 89 kilometrar um tíman. Men av tí, at talan var um ein ungan bilførara, sum hevði havt koyrikortið styttri enn trý ár, fekk hann koyriforboð.