Ongi úrslit

USA endar síðstu COVID-neydheimildirnar

Meira enn seks ár eftir, at farsóttin byrjaði

Jóhanna Højgaard
9 tímar síðan

USA hevur formliga tikið síðsta stigið í at avvikla COVID19-neydtiltøkini, eftir at anerikanska Heilsu-og almannaumsitingin (HHS) 29. juni staðfesti, at grundarlagið fyri neyðgóðkenningum í sambandi við COVID 19 ikki longur er til staðar.

Avgerðin merkir endan á lógargrundarlagnum sum gav myndugleikunum heimild til, skjótt at góðkenna koppsetingarevni, viðgerðir, diagnostiskar kanningar og aðrar heilsuvørur undir COVID 19-kreppuni.

HHS upplýsir, at avviklingin verður framd stigvíst, soleiðis at ávísar neyðgóðkenningar framvegis galda í eina skiftistíð fyri at tryggja, at viðgerðin hjá sjúklingum ikki verður órógvað.

Avgerðin kemur meira enn trý ár eftir, at Heimsheilsustovnurin (WHO) 5. mai 2023 tók COVID 19 av listanum yvir altjóða heilsukreppur.

WHO gjørdi tó greitt, at hetta ikki var ein formlig fráboðan um, at sjálv farsóttin var endað, men at COVID 19 framyvir skuldi handfarast sum ein varandi heilsutrupulleiki.

Við avgerðini 29. juni er síðsta stóra amerikanska neyðarrættarliga skipanin, sum varð sett í verk eftir at COVID 19 var lýst sum heimsfarsótt í mars 2020, nú avviklað.

Hetta setur punktum fyri einum serligum tíðarskeiði, sum hevði stórar avleiðingar fyri heilsuverk, samfeløgum og búskapum kring allan heim.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

4. juli kl. 08:30