Ongi úrslit

Útbygging og dagføring av vatnverkinum í Lamba er byrjað

Jóhanna Højgaard
3 tímar síðan

Arbeiðið at útbyggja og dagføra vatnverkið í Lamba er nú farið í gongd. Endamálið er at tryggja eina støðuga og framtíðartryggjaða vatnveiting til bæði húsarhald og vinnu, har tørvurin á vatni alsamt veksur.

Sum partur av arbeiðinum verður verandi vatnveitingarskipan dagførd. Ætlanin er millum annað at endurnýggja verandi brunnar og skifta út eldri rør og ventilar, so skipanin verður meira álítandi og betri før fyri at nøkta framtíðar tørvin.

Áðrenn arbeiðið á verandi skipan kann fara fram, verður ein nýggjur brunnur gjørdur. Hetta er neyðugt fyri at tryggja vatnveitingina, meðan arbeiðið fer fram. Nýggi brunnurin verður eisini ein varandi partur av vatnveitingini og fer at økja um kapasitetin í skipanini.

Fyrireikingarnar til nýggja brunnin, sum verður staðsettur vestan fyri verandi brunnar, eru nú byrjaðar. Í sambandi við arbeiðið kann væntast nakað av óljóði frá grevstri, maskinarbeiði og øktari tungari ferðslu í økinum.

Eftir ætlan verður arbeiðið við vatnverkinum í Lamba liðugt um mánaðarskiftið september/oktober.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Fosturtøkulóg: Nýggj lóg er komin í gildi eftir 70 ár

4. juli kl. 17:00