Tað er útlendsk arbeiðismegi, sum fær 42 prosent av øllum útgjaldinum úr Fiskavirkisskipanini hjá Als. Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna.
Fiskavirkisskipanin stendur javnan fyri skotum, tí nógv halda, at hon átti at verið avtikin. Tey, sum vilja hava hana tikna av, siga, at tað er eingin meining í at hava eina skipan, sum heldur fólki fast í eini skipan, har tað er lítið arbeiði, samstundis sum at trot er á arbeiðsmegi alla møguliga staðni.
Ført hevur eisini verið fram, at tað er útlendsk arbeiðsmegi, sum fer við einum stórum parti av útgjaldinum úr Fiskavirkisskipanini.
Og nú hevur Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðeldi, biðið landsstýriskinnuna útgreina, hvussu stóran part av útgjaldinum úr fiskavirkisskipanini fer til útlendingar.
Margit Stórá sigur, at í talvuni niðan fyri sæst, hvussu nógvir útlendingar arbeiða - og hava arbeitt - í Føroyum hesi seinastu 10 árini.
Talvan vísir, at í august í ár vóru tilsamans 30.211 fólk til arbeiðis í Føroyum og 2.621 av teimum vóru útlendingar. Tað sæst eisini, at talið á útlendingum er nógv vaksið, úr 736 útlendingum í 2015 upp í 2.621 útlendingar í august í ár.
Tá ið tey tosa um útlendingar er talan um øll - uttan danskarar og grønlendingar. Teir eru danskir ríkisborgarar og tí verða teir ikki roknaðir sum útlendingar.
Talvan niðan fyri vísir, hvussu nógv ársverk, ella fulltíðarstørv, vóru í fiskavirkisskipanini, og tá verður roknað við, at 1.824 arbeiðstímar eru í einum ári.
Tølini fyri 2026 eru fyri umleið fyrstu níggju mánaðirnar av 2026, men tað sæst, at nú eru útlendingar 44 prosent av arbeiðsmegini á fiskavirkjunum, Fyri 10 árum síðani vóru teir 13 prosent.
Og í talvuni niðan fyri sæst, hvussu stórur partur av útgjøldunum úr fiskavirkisskipanini er farin til útlendingar seinastu 10 árini.
Men eftirløn og arbeiðsmarknaðargjøld eru ikki við og tí eru upphæddirnar nakað hægri enn í talvuni. Men úrslitið er, at tilsamans eru 13.084.531 krónur goldnar úr fiskavirkisskipanini higartil í ár og av teimum hava útlendingar fingið 5.482.742 krónur, ella 42 prosent av útgjaldinum.
Talvan vísir eisini, at tilsamans hava útlendingar fingið 22 prosent av øllum útgjøldunum úr fiskavirkisskipanini hesi seinastu 10 árini.
