Býráðið í Vága kommunu samtykti hósdagin 5. november at seta eina felags matarskipan í verk á Miðgarði, Sóljugarði, Smílikulluni og í skúlanum á Giljanesi.
Matvitin við Poul Andrias Ziska og Joan Sørensen skal standa fyri skipanini, sum í fyrstu syftu verður roynd í eitt ár.
Matarskipanin verður fíggjað við foreldragjaldi og av rakstrarjáttanini hjá Vága kommunu.
Áðrenn avgerðin varð tikin, kannaði kommunan undirtøkuna millum foreldur og starvsfólk. Eisini vórðu royndir aðrastaðni kannaðar, og foreldraráð og skúlastýrið vórðu hoyrd.
Somu møguleikar fyri øll børn
Skipanin byggir á kostpolitikkin, sum býráðið samtykti í september 2025.
Endamálið er at tryggja øllum børnum eitt javnbjóðis matartilboð, har dentur verður lagdur á heilsu, trivnað og læring.
Kommunan fer í næstum at bjóða øllum foreldrum á kunningarfund um nýggju skipanina og um, hvussu hon verður sett í verk.