Ongi úrslit

Veðrið

© Faroeislandslive.com
Jóhanna Højgaard
5 tímar síðan

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s, skiftandi skýloft og okkurt ælið, í støðum mjørki. Tá líður á seinnapartin smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt, í støðum mjørki. Í nátt lítið lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið í støðum. Hitin 8 til 13 stig.  

Týsdagin

Lítið lot av landsynningi og suðuri, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið og náttina lítið lot av ymsum ættum, minni enn 3 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 9 til 12 stig.

Mikudagin

Lítið lot vestan ella av útsynningi, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 12 stig.

Hósdagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið í støðum. Seinnapartin lækkar hann niður í sunnan, samdrigið og okkurt ælið. Um kvøldið gongur hann eysturum til landsynning og veksur vindin upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, sum frá líður samdrigið og regn. Hitin 9 til 11 stig.

Fríggjadagin

Lot til frískt lot av ymsum ættum, 3 til 8 m/s, samdrigið og regn. Um kvøldið og náttina skýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 8 til 11 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot norðan, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Nú er nýggja stjórnin í Danmark skipað

1. juni kl. 21:06

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00