Ongi úrslit

Veðrið

Jóhanna Højgaard
6. juli kl. 13:30

Forsøgn galdandi til týsmorgunin

Litið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, mest norðan. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin alt samdøgrið 8 til 12 stig.

Týsdagin

Lítið lot av landsynningi, minni enn 5 m/s, út á seinnapartin vaksandi up í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, men út á kvøldið fer at regna. Hitin 8 til 13 stig.

Mikudagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, ið út á kvøldið veksur upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s. Skýggjað, támut og í støðum driv ella ælaveður. Hitin 10 til 14 stig.

Hósdagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Fyrst skýggjað og driv ella ælaveður, seinni turrari og sólin kagar fram. Hitin 11 til 14 stig.

Fríggjadagin

Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s. Hálv- ella smáskýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 10 til 14 stig.

Leygardagin

Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, turt og smáskýggjað. Hitin 11 til 16 stig.

Mest lisið hesa vikuna

Syrgilig tíðindi á døgurða

13. juli kl. 20:56

Órímiligt at fólk skulu rinda fyri meiri enn tey eiga

17. juli kl. 09:59

Legg hornið á um Laura Bech ringjur

16. juli kl. 12:38

Pride-vikan byrjaði í Havn: Ælabogavegurin málaður av nýggjum í Steinatúni

16 tímar síðan

Fór á sjúkrahús eftir arbeiðsóhapp í Vágum

15. juli kl. 06:57

Stórur eldur í sethúsum í Sørvági

18. juli kl. 12:00