Forsøgn galdandi til týsmorgunin
Lítið lot millum útsynning og sunnan, minni enn 5 m/s, hálvskýggjað við sólglottum, í støðum vestanfyri tám ella mjørki. Seinnapartin og frameftir smá- ella hálvskýggjað við sól ella sólglottum. Hitin alt samdøgrið 11 til 16 stig.
Týsdagin
Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Fyrrapartin smá- ella hálvskýggjað við sól ella sólglottum og turt, í støðum tám ella mjørki; seinnapartin klárt ella smáskýggjað og turt. Hitin um dagin 12 til 17 stig; um náttina niður í 8 stig.
Mikudagin
Lítið lot sunnan, minni enn 5 m/s. Smáskýggjað við sól ella sólglottum og turt, í støðum tám ella mjørki. Um kvøldið gongur hann upp í vestan, og um náttina dregur á luftina. Hitin um dagin 13 til 18 stig; um náttina niður í 9 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot vestan, 3 til 8 m/s, samdrigið og turt, í støðum tám ella mjørki. Seinnapartin og frameftir smáskýggjað við sól ella sólglottum og turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin 10 til 16 stig.
Fríggjadagin
Lítið lot vestan ella av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað við sól ella sólglottum og turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin 10 til 16 stig.
Leygardagin
Lot til frískt lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, smá- ella hálvskýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 16 stig.
Veðurstova Føroya