Forsøgn galdandi til sunnumorgunin
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, yvirhøvur turt og hálv- ella smáskýggjað. Í nátt lot til frískt lot av útsynningi, hálvskýggjað og í støðum tám ella mjørki. Hitin 10 til 15 stig.
Sunnudagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Skýggjað við sólglottum og yvirhøvur turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin 11 til 16 stig.
Mánadagin
Lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, seinni sunnan. Hálv- ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin 10 til 15 stig.
Týsdagin
Lot til frískt millum sunnan og útsynning, 3 til 8 m/s. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin 9 til 14 stig.
Mikudagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s. Sól ella sólglottar og yvirhøvur turt. Hitin 12 til 17 stig.
Hósdagin
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, seinni vestan. Skyggjað, í støðum tám ella mjørki, mest vestanfyri, men eisini sól ella sólglottar. Hitin 13 til 18 stig.