27. og síðsta umfar í landskappingini í fótbólti er á skrá seinnapartin í dag. Á Svangaskarði, har NSÍ fer at fáa handað FM steyp og gullkrónur, verður fyrsta bríksl klokkan 14, og í hinum dystunum verður fyrsta bríksl klokkan 15.
Hóast tað er síðsti dagur í oktober, so verður tað sagt frá góðum fótbóltslíkindum seinnapartin. Hann er útsynningur í ættini, vindurin fer ikki at vera til ampa fyri fótbóltsspælið, tað verður turt, sólin fer at síggja, og tað vera upp ímóti 10 hitastigum.
Í feløgunum, har tað stendur nógv upp á spæl, verður tað longu fyrrapartin savnast til upphiting undan avgerandi dystinum. Í Runavík hevur tað í eina viku verið FM hýrur. Í dag eru tað tvær farleiðir út á Svangaskarð. Onnur er, at tað verður gingið eftir gøtuni kring Toftavatn og niðan á Svangaskarð, og hin er, at tað verður farið í ein av bussunum, sum koyrir frá vøllinum í Runavík og út á Svangaskarð. Í NSÍ mæla tey fólki frá at fara við bili út á Toftir, tí tá verður vandi fyri ferðsluproppi.
Størsti spenningurin er á Argjum og í Streymnesi, tí tað er greitt, at saman við B68 fer annað liðið, sum í dag fer at spæla á Argjum, ella Skála ÍF at flyta niður.
Inni í Vika á Argjum hittast AB og 07 Vestur, og við Margáir í Steymnesi hittast EB/Streymur og Skála ÍF.
KÍ – Víkingur: Leivur Zachariasen kl. 15.00
B68 – NSÍ: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 14.00
EB/Streymur – Skála ÍF: Heini Ziska Viðoy kl. 15.00
HB – B36: Eiler Rasmussen kl. 15.00
AB – 07 Vestur: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00
NSÍ | 26 | 16 | 7 | 3 | 51 | 28 | 55 |
KÍ | 26 | 14 | 9 | 3 | 51 | 22 | 51 |
HB | 26 | 13 | 6 | 7 | 46 | 32 | 45 |
Víkingur | 26 | 10 | 12 | 4 | 38 | 28 | 42 |
B36 | 26 | 10 | 9 | 7 | 38 | 35 | 39 |
EB/Streymur | 26 | 7 | 6 | 13 | 30 | 42 | 27 |
Skála ÍF | 26 | 5 | 10 | 11 | 30 | 43 | 25 |
AB | 26 | 7 | 4 | 15 | 33 | 47 | 25 |
07 Vestur | 26 | 7 | 4 | 15 | 26 | 43 | 25 |
B68 | 16 | 5 | 5 | 15 | 27 | 50 | 20 |