Eg havi sett Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, ein skrivligan fyrispurning eftir § 52 a í Tingskipanini um veiðigjaldið. Nú havi eg fingið svar og havi nakrar viðmerkingar til tað.
Hugtakið hjá Mærsk, „rettidig omhu“, snýr seg um at vísa rættstundis ansni – at taka komandi trupulleika í álvara, áðrenn hann rakar. Tað var eisini hugsanin aftan fyri mín fyrispurning um veiðigjaldið.
Eg takki Akseli V. Johannesen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, fyri svarið. Tað er týdningarmikið, at hann viðurkennir veikleikan, at veiðigjaldið byggir á eldri fiskaprísir. Hann vísir eisini sjálvur á, at gjaldið við einum príslækking kann gerast umleið helvtin av avreiðingarprísinum.
Hetta er júst tann váðin, eg ynski at fáa viðgjørdan.
Í verandi skipan rindar skipið eitt fast veiðigjald fyri hvørt kilo av fiski. Gjaldið verður ásett eftir miðalprísum í undanfarna ári. Tað fylgir tí ikki prísinum, sum skipið fær fyri ta einstøku landingina
So leingi fiskaprísurin hækkar, merkist veikleikin í skipanini ikki. Men fellur prísurin, skal skipið framvegis rinda eitt veiðigjald, sum byggir á gomlu, hægru prísirnar.
Tað kann gera tað ólønsamt at loysa og fiska. Ein høgur oljuprísur økir enn meira um henda váðan. Verður skipið liggjandi, missir manningin lønarinntøkuna av fiskiskapinum, og landið missir bæði veiðigjaldið og lønarskattin av inntøkuni hjá manningini.
Mín fyrispurningur snýr seg um, hvussu gjaldið verður roknað, tá fiskaprísurin fellur nógv. Í svarinum verður víst til høgar prísir á skipum og veiðirættindum. Hesi siga nakað um væntanir til framtíðina, men svara ikki spurninginum um, hvørt ein túrur bera seg ella ikki, tá fiskaprísurin fellur og veiðigjaldið framvegis byggir á eldri, hægri prísir.
Landsstýrismaðurin vísir á, at tað kann vera fyrisitingarliga trupult at avrokna eftir veruliga søluprísinum. Eg haldi tó ikki, at hetta er ein nóg góð grundgeving at lata skipanina standa óbroytta.
Manningarnar verða longu avroknaðar túr fyri túr við støði í avreiðingarvirðinum og teimum frádráttum, sum sáttmálarnir áseta. Upplýsingarnar um virðið á veiðuni verða sostatt longu brúktar til avrokning. Tí eigur eisini at bera til at finna kiloprísin og rokna veiðigjaldið eftir tí gjaldsstigi, sum hesin prísurin gevur. Sjálv útrokningin er einføld, einfaldari enn at avrokna manningina.
Uppskotið hjá mær er at varðveita gjaldsreglurnar, men lata gjaldið fylgja veruliga fiskaprísinum. Tá prísurin hækkar, hækkar gjaldið eftir gjaldsreglunum. Tá prísurin fellur, minkar tað tilsvarandi. Hetta tryggjar ikki lønandi rakstur undir øllum umstøðum, men tekur burtur váðan, sum stendst av gamla prísgrundarlagnum.
Landsstýrismaðurin upplýsir, at ongar ítøkiligar ætlanir eru um broytingar, tí málið ikki hevur verið politiskt viðgjørt. Eg vóni, at hann vil taka stig til hesa viðgerð saman við myndugleikunum og vinnufeløgunum, sum vóru við til at fyrireika verandi skipan.
Vit eiga at kanna loysnirnar, meðan tíð er, heldur enn at bíða, til skip verða liggjandi, manningar missa lønarinntøkur og landið missir skatt og veiðigjald.
Eg vil fegin hjálpa til við at finna eina politiska loysn, sum gagnar manningunum, vinnuni og landinum.
Tað hevði verið rættstundis ansni.
Fróði Magnussen,
løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin.