Ongi úrslit

Verður ikki við aftur næsta ár

Fokuserar uppá at geva tónleik út sjálv

Jóhanna Højgaard
2. apríl kl. 22:00

Sissal Jóhanna Norðberg Niclasen, fer so avgjørt ikki at luttaka í Dansk Melodi Grand Prix aftur.

Tað segði hon í samrøðu við Ekstra Bladet og við onnur miðlafólk, sum vóru til staðar til frumframførsluna av sýningini Alice in Wonderland.

- Verið eg við aftur næsta ár? Nei, tað verið eg ikki. Eg eri troytt nú, og tað eru fleiri onnur sum hava brúk fyri at koma fram, sigur hon.

Hon útilokar tó ikki, at hon kanska fær ein leiklut í einum komandi Grand Prix - men tað verður ikki á pallinum.

- Eg fari altíð at elska Dansk Melodi Grand Prix, og kanska kann eg vera sangskrivari á nøkrum løgum. Tað skal eg ikki kunna siga, men tað, sum eg fokuseri á nú, er at geva tónleik út sjálv.

Tað er tað arbeiðið, sum krevst av mær nú - at gera okkurt nýtt, sigur Sissal at enda.

Hon hevur tó fyrr dugað at hildið uppá eina hemmiligheit, so hvør veit...? Ein kann altíð vóna, at hon tekur eitt triðja tørn á Grand Prix-pallinum.

Mest lisið hesa vikuna

Hetta má vera dreymaferian hjá nógvum

3. juli kl. 14:22

Leita eftir kvinnu sum framdi grovan harðskap

3. juli kl. 06:48

Ein óvanliga óheppin dagur hjá Strandferðsluni

1. juli kl. 20:44

Brotsverkini í Føroyum gerast álvarsamari

1. juli kl. 13:27

Lótu tvær grindir fara í gjár - vilja ikki drepa bara fyri at drepa

1. juli kl. 10:03

Slapp frá ógvusligum óhappi við smásnuddum

Í gjár kl. 08:30