Ongi úrslit

Vestmanna: 26 ára gamal sløkkibilur verður skiftur út

Gamli sløkkibilurin í Vestmanna er farin at bila, og summir eykalutir fáast ikki longur. Nú skal ein nýggjur bilur keypast.

© Vestmanna Kommuna.
Gamli sløkkibilurin í Vestmanna hevur 26 ár á baki. Eftir ætlan verður hann skiftur út í 2028.
Edmund Jacobsen
2 tímar síðan

Vestmanna kommuna fer at skifta 26 ára gamla sløkkibilin út. Bygdarráðið hevur í fyrstu viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2027 samtykt at seta pengar av til ein nýggjan bil.

Núverandi sløkkibilur er frá 2000. Aldurin er farin at merkjast, og fyri at tryggja eina góða tilbúgving er neyðugt at skifta bilin út.

– Í sløkkiliðnum fegnast vit um, at ein nýggjur bilur nú kemur. Verandi bilur hevur verið okkum í Vestmanna og grannabygdunum góður, men nú er ymiskt farið at bila, umframt at summir eykalutir ikki longur eru til at fáa hendur í, sigur Tóki Seloy, brunaumsjónarmaður.

Tað tekur meira enn eitt ár at byggja nýggja sløkkibilin. Gamli bilurin verður tí framvegis í nýtslu, til tann nýggi eftir ætlan verður tikin í brúk í 2028.

Vestmanna Sløkki- og Bjargingarlið hevur 20 mans og heldur til ovast í Vestmanna.

Mest lisið hesa vikuna

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

Leita eftir manni í Havn

Í gjár kl. 07:46

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38