20 spælarar fingu fyrrapartin boð um at vera við á U-21 landsliðnum, sum síðst í hesum mánaðinum og fyrst í næsta mánað fer at spæla tríggjar EM undankappingardystir.
Fríggjadagin 25. september fara Føroyar at spæla á útivølli ímóti Estlandi, og so verður henda EM undankappingin rundað av við tveimum heimadystum. Mikudagin 30. september verður Luksemborg gestur í Klaksvík, og týsdagin 6. oktober spæla Føroyar og Ísland á Tórsvølli.
Merkisvert er tað, at øll tey 10 feløgini, sum eiga lið í Meistaradeildini, eru umboðað á U-21 landsliðnum.
Flestar spælarar á landsliðnum eigur Víkingur. Fýra av spælarunum, næstsíðsta leygarkvøld vóru við til at vinna finaluna í kappingini um løgmanssteypið, hava fingið landsliðsboð frá Ólavi Mikkelsen, sum nú er U-21 landsliðsvenjari, og sum í 2021 og 2022 vandi liðið hjá Víkingi í 1. deild.
Merkisvert er tað eisini, at tríggir aðrir av teimum 20 U-21 landsliðsspælarunum inntil fyri stuttum hava vant og spælt við Víkingi og undir leiðslu av Jóhan Petur Poulsen.
19 ára gamli Arnór Brandsson hevur verið á U-17 og U-19 landsliðunum, og nú hevur hann fingið boð at vera við á U-21 landsliðnum. Hann hevur spælt 24 dystir í Meistaradeildini og 52 dystir og skorað fýra mál í 1. deild. Hann hevur spælt fýra dystir í europeisku kappingunum og tríggjar dystir í UEFA Youth League.
22 ára gamli Jákup Norðoy Vilhelmsen, sum í summar flutti úr KÍ og til Víking, hevur spælt 10 U-21 landsdystir.
18 ára gamli Jósef Ólavsson Gleðisheygg hevur verið einaferð á U-21 landsliðnum. Tað var 27. mars í ár, tá ið Føroyar á útivølli taptu 1-0 ímóti Sveis, og Jósef var millum teir fyrstu ellivu. Jósef hevur higartil í ár verið við í øllum dystunum hjá besta liðnum hjá Víkingi, har hann er nýggjur og eyðsýndur vongverji í høgru.
Miðverjin Ingi Arngrímsson er 20 ára gamal. Hann er fastur miðverji hjá Víkingi, og hann hevur spælt 8 U-21 landsdystir.
Og so eru tað teir tríggir, sum fyri stuttum eru fluttir úr Víkingi fyri at royna seg í øðrum feløgum:
Ein er 20 ára gamli Árni Nóa Atlason, sum nú er í Vendsyssel FF í næstbestu donsku deildini, og sum hevur spælt 8 U-21 landsdystir.
Ein annar er 18 ára gamli Aron Benjaminsen, sum nú er í Hearts FC í Skotlandi, og sum hevur spælt 6 U-21 landsdystir.
Tað varð roknað við møguleikanum, at Aron Benjaminsen fór at verða úttikin at vera í A-landsliðshópinum, og tað kann framvegis verða veruleiki:
-Aron Benjaminsen er júst fluttur úr Víkingi og til Skotlands, har hann ikki enn hevur roynt seg í Hearts. Ætlanin er at hava 24 spælarar í A-landsliðshópinum, og í morgun vórðu 23 spælarar úttiknir. At tað verður stutt millum dystirnar kann bera við sær, at tað verður brúk fyri fleiri spælarum, og tá er tað møguleiki fyri, at Aron fer at fáa boð, men í fyrstu atløgu verður hann um mánaðarskiftið við í teimum trimum dystunum hjá U-21 landsliðnum, sigur Eyðun Klakstein landsliðsvenjari.
Og so er tað Hans Jákup Arngrímsson, sum nú er á Skála. 22 ára gamli Hans Jákup Arngrímsson hevur spælt 8 U-21 landsdystir. Undanfarnu árini var hann málverji í 1. deild hjá Víkingi, og í ár er hann fastur málverji hjá Skála ÍF.
U-21 landsliðið
Hans Jákup Arngrímsson, Skála
Sámal á Steig, 07 Vestur
Virgar Jónsson, EB/Streymur
Sjúrður Henriksen, AB Argir
Bjarti Thorleifsson, Skála
Jósef Ólavsson Gleðisheygg, Víkingur
Ingi Arngrímsson, Víkingur
Jákup Norðoy Vilhelmsen, Víkingur
Jónas Prior, 07 Vestur
Ejvind Restorff Mouritsen, HB Tórshavn
Jógvan Gullfoss, B36 Tórshavn
Dávid Biskopstø Andreasen, B36 Tórshavn
Árni Nóa Atlason, Vendsyssel FF (Danmark)
Arnór Brandsson, Víkingur
Heini Sørensen, HB Tórshavn
Hanus Højgaard, B68 Toftir
Marjus Nón, B68 Toftir
Jón Steingrímsson, AB Argir
Aron Benjaminsen, Hearts FC (Skotland)
Dávid Reynheim, KÍ Klaksvík
Undan seinastu dystunum eru Føroyar á fjórða plássi í bólkinum við níggju stigum, meðan Frankaríki er fremst við 16 stigum. Sveis er nummar tvey við 14 stigum, Ísland hevur 11 stig, Luksemborg fýra stig, og aftast í bólkinum er Estland við tveimum stigum.
Stigatalva og leikskrá: EM 2025-2027