Ongi úrslit

Vikuskiftispass til Summar Festivalin eru útseld

Jóhanna Højgaard
7 tímar síðan

Sølan av vikuskiftispassum til Summar Festivalin er steðgað. Eitt avmarkað tal av dagsbillettum verður selt við dyrnar

Vikuskiftispass til Summar Festivalin 2026 eru útseld.

Áhugin fyri ársins festivali hevur verið óvanliga stórur, og nú verða ikki fleiri vikuskiftispass seld.

Eitt avmarkað tal av dagsbillettum verða seldar við dyrnar.

200 dagsbillettir verða seldar til fríggjakvøldið og 200 til leygarkvøldið. Dagsbillettir til í kvøld kunnu nú keypast við dyrnar.

Dagsbillettir til leygarkvøldið kunnu keypast við dyrnar leygardagin frá kl. 15.

Øll, sum longu hava keypt vikuskiftispass til Summar Festivalin, kunnu sjálvsagt skifta tey um við armbond við inngongdina.

Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Spania setur upp 500 metra langa forðing

2. august kl. 07:00

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Løgtingsmaður noktar at tosa enskt tá ið hann fer á matstovu í Føroyum

5. august kl. 11:58

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

3. august kl. 11:41

Nú verður bíligari hjá fólki at fáa sær ein bústað - men bara til eitt vist

3. august kl. 07:06