Nú, mánadagin, verður málið um fosturtøku enn eina ferð reist á Løgtingið.
Miðflokkurin hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera ymsar herðingar í lógini um fosturtøku
Eftir lógini verður talan framvegis um fría fosturtøku, men nøkur krøv skulu kortini lúkast áðrenn fosturtøka kann fremjast. Hesi krøv fevna um ráðgeving, bíðitíð, spurnarbløð og so framvegis.
Málið varð beint í Rættarnevndina til viðgerar og hon fekk freist til 4. novembur, tað var í fyrradagin, at gera málið liðugt og at leggja tað aftur fyri Løgtingið.
Men hon bleiv ikki liðug, men nú vil Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hava eina avgerð í málinum.
Kvf sigur, at á tingfundinum mánadagin fer hon sostatt at biðja Løgtingið samtykkja, at málið skal leggjast fyri Løgtingið aftur til endaliga avgreiðslu, hóast Rættarnevndin ikki hevur lagt nakað álít fram.
Tað hava tingfólk rætt til, og verður tað samtykt, fer Løgtingið undir viðgerðina beinanvegin, og so fer Løgtingið eisini at atkvøða um tað.