Ongi úrslit

Vil hava undirsjóvartunnil í Kalsoynna

Undirsjóvartunnil í Kalsoynna kann byggjast og fíggjast á somu grundsúlum, sum aðrir undirsjóvartunlar

Bjørn Kalsø
2. juli 2025 kl. 10:38

Undirsjóvartunnil úr Borðoynni í Kalsoynna verður 3,75 km, og kostar 450 mió. kr. at byggja. Árligi rakstrarkostnaðurin verður 3,75 mió. kr.

Til samanberingar kostar nýggj kalsoyarferja 170 - 200 mió. kr. at byggja. Árligi rakstrarkostnaðurin verður uml. 15 mió. kr. Harumframt koma avleiddar íløgur í ferjulegur á Syðradali og í Klaksvík fyri 10 tals mió.

Um 30 ár sær roknistykkið soleiðis út:

Tølini tala fyri undirsjóvartunli !

Kalsoyartunnil á somu grundsúlum

Vágatunnilin og Norðoyatunnilin eru fíggjaðir við innskoti frá landinum, láni og bummgjaldi. Sandoyartunnilin og Eysturoyartunnilin eru fíggjaðir við innskoti frá landinum, borgan fyri ferðslu, bummgjaldi og 10 mió. kr í árligum rakstrarstuðli.

Setur landið 280 mió kr. í Kalsoyartunnilin, fíggjar restina, - 170 mió kr. við láni og letur 8 mió. kr. í árligum rakstrarstuðli, fer roknistykkið at líkjast:

Dømi um fíggingarleist

Grundarlagi undir døminum: Íløgukostnaður á 450 mió. kr., innskot frá landinum á 280 mió. kr., lán á 170 mió. kr. við 2,7 % í rentu og afturgjaldstíð á 30 ár.

Koyra 160 bilar í tunlinum sólarringin, verður árliga inntøkan frá bummgjøldum 4,4 mió kr. um prísurin er á leið, sum í Sandoyartunlinum.

Tað eru ivaleyst aðrir fíggingarmyndlar og aðrar linjuføringar. Men felags í langtíðar-haldføris-sjónarhorni er, at tað loysir betur at byggja tunnil, enn ferju.

Undirsjóvartunlar og fólkavøkstur

Fólkatalið veksur í økjum, sum hava fingið undirsjóvartunnil. Har ferjur sigla, er gongdin øvug.

Vit kunnu siga, at Kalsoyggin verður flutt hálva øld fram í tíð við undirsjóvarartunli. Við nýggjari ferju verður oyggin uttan iva flutt sama áramál aftur í tíð. - Munurin er ein øld, - ella 100 ár !

Les eisini: https://nordlysid.fo/tidindi/87833/undirsjovartunnil-i-kalsoynna

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00