Hetta er ein íløga, sum hevur stóran týdning fyri Føroyar. Tað sigur Ítróttasmband Føroya, ÍSF, nú tey biðja Løgtingið um eina millión á fíggjarlógimo fyri næsta ár til at fíggja arbeiðið at fáa okkum olympiska viðurkenning, so at vit kunnu vera við á olympisku leikunum undir okkara egna flaggi, Merkinum.
Vit hava roynt í ein mansaldur at fáa olympiska viðurkenning, men svarið er framvegis tað sama sum tað altíð hevur verið, nevniliga ar tað fáa vit ikki fyrr enn vit eru ein statur, sum er altjóða viðurkendur.
Men ÍSF hevur ikki kastað handklæði í ringin, tvørtur ímóti hava tey sett fólk burtur av at arbeiða við hesum og nú biðja tey um eina millión á fíggjarlógini til arbeiðið.
– Hetta er eitt arbeiði, sum tekur tíð og krevur planlegging við altjóða samskifti, politiskum og ítróttaligum diplomati, fakligari fyrireiking og miðvísari uppfylging, sigur ÍSF.
– Arbeiðið fevnir um samskifti og fundir við altjóða olympisku nevndina, IOC og altjóða ítróttastovnar. Tað fevnir eisini um samstarv við viðkomandi myndugleikar og ítróttafelagsskapir í Føroyum, Danmark og uttanlands og tað fevnir um løgfrøðiliga og ítróttapolitiska greining, umframt miðvísa kunning og altjóða umboðan.
ÌSF sigur, at nógv føroysk ítróttafólk eru á fremstu rók og góðu avrikini skapa ein tørv at røkka nýggjum tindum og at kappast millum tey allarbestu undir føroyska flagginum. Tí er neyðugt, at ÍSF fáa viðurkenning í IOC.
Hetta er ein íløga, sum hevur stóran týdning fyri Føroyar, tí hetta fevnir um annað og meira enn bara sjálv luttøkan í teimum Olympisku Leikunum.
– Vit eru errin tá ið føroysk ítróttafólk standa seg væl, og góðu úrslitini geva ítróttaligan, mentanarligan, vinnuligan og samfelagsligan íblástur, sigur Ítróttarsambandið.
– Við møguleikanum at kappast undir Merkinum í heimsins størstu og mætastu ítróttakapping, sum OL er, hevði marknaðarføringin av Føroyum eisini rokkið munandi longur út í heim, og tað hevði verið ein fyrimunur fyri nógvar geirar í føroyska samfelagnum, leggja tey afturat.
Men tey siga, at skal hetta bera til, krevur tað áhaldni og fíggjarliga trygd, tí tað er avgerandi, at arbeiðið ikki verður tengt at einstøkum átøkum ella tilvildarligari fígging, men heldur verður lagt væl til rættis í einum langtíðararbeiði.