Ongi úrslit

Vísindavøka á ferð: Frá upsa og aling til veðurlag og list

Frá 14. til 23. september fer Vísindavøka á ferð kring landið við 18 fyrilestrum á seks ymiskum støðum.

© Havstovan.
Fyrsta tiltakið verður á Bókasavninum við Løkin í Runavík mánakvøldið 14. september klokkan 19. Har verður millum annað sjóneykan sett á upsa, aling og seið á føroysku firðunum.
Edmund Jacobsen
3 tímar síðan

Vísindavøka á ferð verður hildin kring landið frá 14. til 23. september. Á hvørjum staði verða tríggir fyrilestrar, sum vara umleið 20 minuttir hvør.

Fyrsta tiltakið verður á Bókasavninum við Løkin í Runavík mánakvøldið 14. september klokkan 19. Har verður millum annað sjóneykan sett á upsa, aling og seið á føroysku firðunum, føroyskar firðir og føroysku kvinnurørsluna í 1970- og 1980-árunum.

Ása Jacobsen, lívfrøðingur á Havstovuni, heldur fyrilesturin um upsa og aling. Tiltakið í Runavík er ókeypis.

Frá fiskiskapi til fólkaræði

Týskvøldið 15. september heldur Vísindavøka á ferð fram á Klaksvíkar Bókasavni. Har verður millum annað greitt frá sildafiskiskapinum í 1950- og 60-árunum, føroysku fiskidagaskipanini og einum nýggjum sjúkrarøktarleikluti í heilsuverkinum.

Í Sørvági 16. september snúgva fyrilestrarnir seg millum annað um, hvussu oljunýtslan í fiskiskapinum kann minkast, nýtslu av dronum í jarðfrøði og stóru kreppuna í 1990-árunum.

Endar við list og veðurlagi

Vísindavøka á ferð vitjar eisini á Sandi 17. september og í Vági 21. september. Síðsta tiltakið verður í Norðurlandahúsinum 23. september, har list og vísindi verða knýtt saman í einum práti um veðurlag, landslag og tíð.

Mest lisið hesa vikuna

Yvirskrift: Tað mest ræðandi PISA-talið snýr seg ikki um lesing

9. sepember kl. 06:31

Eftirlit við ferðafólkabátum: Bátur skuldi avstað við ov nógvum ferðafólkum

8. sepember kl. 21:00

Máttu í fjøllini at bjara útlendskum ferðamanni oman á slætt

Í gjár kl. 09:10

Løgreglan ávarar: Falskur politistur roynir at lumpa pengar frá fólki

9. sepember kl. 12:17

Viðhvørt hava vit eina sjúka mentan í Løgtinginum

10. sepember kl. 15:06

Vit geva fólki milliónir í almennum stuðuli - hóast tey ikki hava brúk fyri tí

10. sepember kl. 14:13